Kemur lítið burtur úr

Fiskiskapurin hjá partrolarunum, sum fiska upsa, er smáligur, og í løtuni er eingin djúpvatnstrolari til fiskiskap.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og tey flestu fiska upsa, men fiskiskapurin roynist framvegis ikki hjá skipunum. Partrolararnir koma inn at landa, sum vikan gongur.

Tað er ikki nógv lív í umborð á djúpvatnstrolarunum í løtuni, tí allir liggja við bryggju.

Seinastu dagarnar hava tveir trolbátar verið til fiskiskap. Teir skuldu landa í gjár og høvdu mest av toski og hýsu - og so nakað av flatfiski. 

Allir hinir trolbátarnir liggja við bryggju.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tey koma ætlandi inn at landa síðst í hesi vikuni. Skipini hava vánaligan fiskiskap.

- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Hetta skipið landar væntand miðskeiðis í hesi vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.