Kemur tú til Vágs sært tú nógv virksemi

- Um alt gongur sum ætlað, og veðrið loyvir tí, verður Vágsvegur asfalteraður í næstum

 

Hevur tú verið í Vági seinastu tíðina, hevur tú eisini sæð, at her er nógv vegarbeiði í gongd. Tað eru ikki nýggir vegir, sum verða bygdir, men fyrireiking til asfalteringar kring um.

 

- Í vikuni halda fyrireikingarnar til at asfaltera Vágsveg fram, og næstu dagarnar verður vegurin høvlaður.

 

Í Vágs kommunu verður sagt, at um alt gongur sum ætlað, og veðrið loyvir tí, verður Vágsvegur asfalteraður innan næstu 8–10 dagarnar.

 

- Tá asfalterað verður, verður Vágsvegur stongdur fyri almennari ferðslu og víst verður til Toftaveg.

 

Kommunan heitir tískil á borgarar, sum parkera bilin á Toftavegi, um at parkera á almennu parkeringsplássunum, tá Vágsvegur verður stongdur.

 

- Hetta so, at ferðslan eftir Toftavegi verður tarnað minst møguligt, og kunnað verður nærri, tá Vágsvegur verður asfalteraður.

 

Tekniska deild hjá Vágs kommunu fer í næstu viku at eftirhyggja asfalteringsarbeiðið á Fossavegi.

 

- Um borgarar hava viðmerkingar til arbeiðið fram við teirra ogn, kunnu tey venda sær til tekniska leiðaran, siga tey í Vágs kommunu.