Kend andlit ganga aftur

Fótbóltur: Allir teir, sum skulu við U?18 landsliðnum til Finnlands, hava áður roynt seg í altjóða kappingum

Í gjár fóru boðini frá Fótbóltssambandinum og til spælararnar, ið skulu taka lut í EM undankappingini fyri U?18 landslið, sum verður í Finnlandi um mánaðaskiftið.

Átjan spælarar eru úttiknir, og um vit út frá úttøkuni meta um framtíðarútlitini hjá feløgunum, so stendur væl til hjá havnarfeløgunum báðum, sum eiga fýra spælarar á liðnum í part. Tríggir spælarar koma úr NSÍ, tveir úr KÍ, og so er ein spælari úr hvørjum av hesum feløgum: ÍF, GÍ, MB, SÍF og Randers Freja í Danmark.


Ganga aftur

Føroyingar hava nú í mong ár verið við í NM og EM undankappingum. Tað hevur alla tíðina verið sagt, at tað er sera týdningarmikið at fáa bestu spælararnar at spæla í altjóða kappingum so tíðliga, sum tað ber til, og um vit meta út frá úttøkuni hesa ferð, so sæst ein linja í menningini. Uttan undantak hava allir spælararnir áður verið á U-16 landsliðnum. Fýra av spælarunum eru á U-16 liðnum í ár, fleiri vóru í fjør, og so eru tað teir, sum vóru við á U-16 í fyrraárið.

Málverjarnir eru Pól Næs Joensen úr B36 og Karstin Joensen úr KÍ, verjuspælararnir eru Áki Mørk, B36, Atli Gregersen, Randers Freja, Tór?Ingar Akselsen, SÍF, Jack Johansen, MB, Vagnur Mohr Mortensen, HB, Klement Matras, B36 og John Thomsen, ÍF. Miðvallararnir eru Súni Olsen, GÍ, Brynjolvur Nielsen, NSÍ, Niels Joensen, B36, Hjalgrím Elttør, KÍ, Ken Nónklett, NSÍ og Janus M. Joensen, HB. Teir tríggir álopsspælararnir eru Pætur Dahl, HB, Jón Rói Jacobsen, HB, og Jan Nónklett, NSÍ.


Ætlanin

Landsliðsferðalagið fer úr Føroyum sunnudagin 26. september, og teir verða aftur í Vágum leygardagin 2. oktober. At fráferðin ikki verður fyrrenn sunnumorgunin hevur við sær, at allir spælararnir, sum eru í 2. deild, hava spælt átjanda og seinasta umfarið dagin undan fráferðini. Sama dag, sum landsliðið fer úr Vágum, verður næstsíðsta umfarið í 1. deild spælt, og sama dag, sum teir koma aftur, verður síðsta umfarið í 1. deild spælt. Í Fótbóltssambandinum vóna teir ikki, at tað fara at vera stórvegis trupulleikar av at fáa allar spælararnar at ferðast saman.

Føroyska ferðalagið verður í Finnlandi sunnukvøldið 26. september klokkan tíggju, og fyrsti dysturin, sum verður móti Albania, verður mánadagin klokkan 16. Mikudagin 29. september klokkan 14 er Ungarn mótstøðuliðið, og fríggjadagin 1. oktober klokkan 14 verður spælt móti finsku vertunum.