Kend andlit á Tórsvølli

Gianfranco Zola, sum var í fremstu røð hjá Chelsea um aldarmótið, er ein av venjarunum hjá italska U21 landsliðnum

Eingin ivi er um, at teir, sum seinnapartin mikudagin fara at umboða Italia á U21 landsliðnum, næstu tíggju árini fara at verða millum bestu og kendastu fótbóltsspælararnar hjá italsku heimsmeistarunum.


Teir ungu í skugganum

Í føroyskum fótbóltseygum mugu teir tó hesa ferðina góðtaka at standa í skugganum á einum, sum hevur sett fótbóltsskógvarnar við nógvum málum í, frá sær.

Talan er um Gianfranco Zola. Hann spældi í tíðarskeiðnum 1996-2003 í Chelsea, har hann var ógvuliga málsøkin. 34 ferðir umboðaði Gianfranco Zola, italska landsliðið.

Nú er Zola ein av venjarunum hjá italska U21 landsliðnum ella tekniskur ráðgevi, sum tað verður nevnt á heimasíðuni hjá FSF.


Lærir kynsturið frá sær

Tá ið italska landsliðið vandi á Tórsvølli seinnapartin týsdagin var tað luturin hjá Zola at taka sær av teimum, sum skulu royna seg við fríspøkrum uttanvert føroyska brotsteigin.


Kend andlit

Umframt Zola er ein annar italiumaður, sum í síni tíð spældi í Chelsea, við á Føroya ferðini hjá U21 landsliðnum. Talan er um Pierluigi Casiraghi. Tó varð tað ikki til teir nógvu dystirnar í bláa Chelsea búnanum, og noyddist hann at gevast vegna skaða.