Kend listaverk í Smiðjuni

Fríggjadagin kl. 15 – 18 letur ein forvitnislig framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík við donsku listafólkunum Tove Damm og Bjørn Wandall.

Talan er um eina søluframsýning við listaverkum hjá føroyskum og donskum listafólkum sum t.d. Sámal Joensen Mikines, Ruth Smith, Hans Hansen, Kristin í Geil, Jógvan Waagstein, William Heinesen, Niels Bjerre, Jack Kampmann og Sven Havsteen Mikkelsen. Umframt málningar eru eisini onkur gomul sjaldsom, grindaknívar o.l.


Framsýningin verður annars opin leygardagin 12. og sunnudagin 13. apríl frá kl. 11 til 18.