Kend rúmdarkvinna deyð

Sally Ride, sum var tann fyrsta amerikanska rúmdarkvinnan, er deyð eftir at hava stríðst við krabbamein í hálvtannað ár. Hon var 61 ára gomul, nú hon doyði.

Sally Ride var fødd í Kalifornia í 1951 og fekk starv hjá rúmdarfyrisitingini NASA í 1977. Hon var tvær ferðir úti í rúmdini, fyrru ferð við ferjuni Challenger í 1983. Hon skuldi fara á sína triðju ferð í 1986, men vanlukkan við Challenger-ferjuni gjørdi, at ferðin varð avlýst. Sjálv bleiv Sally Ride vald í nevndina, sum kannaði vanlukkuna, ið kravdi sjey mannalív.

Barack Obama, forseti, sigur í einari yvirlýsing, at Sally Ride var tjóðarhetja og ein sterk fyrimynd fyri aðrar kvinnur.