Kendir listamenn á TeenStreet

Á leguni á Argjahamri eru nógvir aftivitetir at fara til. M.a ber eisini til at fjálga um síni listarligu evni

Á TeenStreet gera tey nógv burturúr, at ungdómarnir skulu hava tað gott, bæði tá ið tað ræður um sjálvt endamálið við leguni, sum er at boða Gudsorðið, men tey gera eisini nógv burturúr í fríløtunum. Og soleiðis er á Argjahamri í ár, har føroyska TeenStreet legan verður hildin í hesum døgum.

 

Seinnapartarnar hava tey ungu frí – tó soleiðis at skilja, at nógvir ymiskir aktivitetir eru at fara til, bæði sokallað seminar og workshops.

 

Í dag var møguleiki at fara til fleiri ymisk skeið. Hesi vóru millum onnur: “Besti mátin at brúka sosialu miðlarnar sum kristin”, Hví og hvussu lesi eg Bíbliuna”, “At gera Podcast”, “Kann Gud brúka meg í missión” og harafturat bar eisini til at fara á byrjanarskeið í taekwondo.

 

Umframt alla hesar aktivitetir er eisini allar dagarnar tað, tey rópa Art zone. Her kunnu tey tey ungu sita og tekna og mála og á tann hátt brúka síni kreativu evni.

 

Í dag høvdu fyrireikararnir boðið tveimum kendum føroyskum listamonnum, Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu og Eli Smith úr Havn, á gátt.  Teir hava bæði havt uppgávuna at vegleiða ungu “málararnar”, men fingu eisini bundnu uppgávuna at tekna og mála brennandi tornarunnin, sum vit lesa um í 2. Mósebók. Teir koma aftur í morgin, so spennandi verður eisini at fylgja við teimum og úrslitinum, teir koma til.