Kendir politikarar í luftina seinnapartin

Nú seinnapartin fer FM1, at hava orðaskifti millum nakrar fyrrverandi politikarar um dagsins mál

Seinnapartin í dag, eftir tíðuindini klokkan 17, verður politisk kjaksending á FM eitt ímillum tríggjar kendar, fyrrverandi politikarar.

 

Tað er Árni Gregersen, sum skipar fyri, og politikararnar, hann fer at tosa við, eru Jóannes Eidesgaard, Heðin Zacharisen og Tórbjørn Jacobsen.

 

Teir umboðaðu hvør sín flokk á tingi, men í sendingini í kvøld umboða teir ikki flokkarnar, men fara bara at kjakast sum politiskir eygleiðarar.

 

Í sendingini fara teir at skifta orð um nøkur av teimum fremstu politisku málunum, bæði fíggjarlógina, fiskivinnulógina, og annað.