Kendist sum vit taptu

Pól Jóhannus Justinussen, málskjútti hjá GÍ, iðraði seg nógv eftir javnleikin móti AB.

– Vit eru nokkso argir nú. Tað kennist ikki sum um, vit hava vunnið eitt stig, men heldur at vit mistu trý og taptu. So avgjørdur toppskjúttin hjá GÍ, sum hevur skotið tilsamans seks mál í ár.

Hann metir, at GÍ hevði uppiborið meiri í dagsins dysti.

– Eg haldi, at vit vóru betri í dag og vit burdu vunnið. Hetta er í hvussu so er ikki nóg gott, tí ein javnleik kunnu vit ikki brúka til tað stóra, staðfestir Pól Jóhannus Justinussen.