Kendu okkum at hava mist

Í EB/Streymi høvdu teir undan túrinum til Klaksvíkar einki havt ímóti at selt dystin fyri eitt stig. Men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð kendur teir tað meiri, sum at teir høvdu tapt tvey stig, heldur enn at teir høvdu vunnið eitt stig.
? Tað gjørdu vit, tí tað var so lítil tíð eftir, tá ið teir javnaðu, sigur Jákup Martin Joensen, liðformaður hjá EB/Streymi.
Kendu tit tykkum kroystar?
? Yvirhøvur ikki. Í 1. hálvleiki gekk tað javnt á, og kanska høvdu vit betri møguleikar, enn teir høvdu. Vit vóru frammanfyri 1?0 eftir fyrra umfarið. Í steðginum tosaðu vit um, at nú fóru teir neyvan at vera so spakir, sum teir høvdu verið. Vit roknaðu við, at teir fóru at kroysta okkum, og tí gjørdu vit av at liggja eitt sindur aftari.
? Men teir kroystu okkum ongantíð í nánd av tí, sum HB kroysti okkum, tá ið vit megnaðu málleysan javnleik ímóti teimum. Umframt málini so høvdu teir ein ella tveir málmøguleikar, men tað var einki at tosa um, sigur Jákup Martin Joensen.
Tit hava framvegis ikki vunnið?
? Vit hava spælt ímóti trimum FM favorittum. Eftir tap ímóti B36 hava vit fingið javnt ímóti HB og KÍ. Høvdu vit ikki havt tapt so nógv í fjórðingsfinaluni, so hevði byrjanin av hesum kappingarárinum sæð heilt gott út, heldur EB/Streyma liðformaðurin.