- Kendu okkum vælkomnar

Um vikuskiftið hevur fyrsti Liva festivalurin á Tvøroyri sæð dagsins ljós. Ein av høvuðsnøvnunum var bólkurin The Dreams, sum leveraðu eina serstakliga góða konsert fríggjakvøldið.

Um vikuskiftið hevur fyrsti Liva festivalurin á Tvøroyri sæð dagsins ljós. Ein av høvuðsnøvnunum var bólkurin The Dreams, sum leveraðu eina serstakliga góða konsert fríggjakvøldið. 

 

Nú Liva hevur takkað fyri seg á hesum sinni eru tey helst mong, sum eru samd um, at The Dreams framførdu eina fantastiska góða konsert fríggjakvøldið. In.fo var á staðnum og sum skilst millum áhoyrarar og fyrireikarar vóru The Dreams millum tað besta á festivalinum. 

 

Hans Edward Andreassen, oddamaður í The Dreams, er glaður fyri konsertina. 

 

- Tað var stuttligt og avslappandi at spæla. Vit kendu okkum vælkomnar á Tvøroyri, og høvdu tað tí stuttligt á pallinum, vísir Hans Edward á. 

 

Í samband við hesa framførslu hjá The Dreams hevur verið ført fram, at hetta var seinasta konsertin hjá bólkinum. Men hesum vísir Hans Edward aftur. 

 

- The Dreams hava ikki nakrar konsertir fyri framman, men hetta var avgjørt ikki okkara síðsta konsert, sigur Hans Edward. 

 

Hans Edward hevur tikið sær frí frá tónleikinum restina av summarinum, men verður aftur at uppliva til MíttLand í Keypmannahavn í september.