Hann spældi við t.d. Rolling Stones og Bob Dylan.
Robbie Shakespeare av Jamaica er deyður, 68 ára gamal.
Hann var annar helmingurin av reggae-duettini Sly and Robbie. Teir gingu mangan á odda innan reggaetónleik, og umframt at innspæla tónleik saman við kendum fólki av Jamaica, so sum Bob Marley og Grace Jones og Lee Perry, vórðu teir báðir Sly and Robbie eisini mangan í samstarvi við fólk í pop- og rockheiminum.
Robbie Shakespeare og trummuleikarin Sly Dunbar arbeiddu eittnú við Bob Dylan, The Rolling Stones, Madonnu, Britney Spears, Sinead O’Connar, Sting, Gainsbourg, Joe Cocker og James Brown.
Sly og Robbie arbeiddu saman sum framleiðarar síðani fyrst í sjeytiárunum og til nú, ið Robbie hevur lagt bassin síðstu ferð. Saman innspældu og útgóvu teir seks útgávur, har eittnú Herbie Hancock, Queen Latifah og Wyclef Jean luttóku. Í 2004 spældu teir á Roskildefestivalinum.
Á myndini eru Robbie og Sly saman við Keith Richards úr Rolling Stones. Robbie er vinstrumegin á myndini.