Kendur bretskur politikari stungin og dripin

Sambært bretskum miðlum er bretski politikarin og parlamentslimurin, 69 ára gamli, David Amess, stungin og dripin í einari kirkju.

 

David Amess umboðaði Southend West í landslutinum, Essex, í bretska parlamentinum, og hann varð álopin í einar metodistakirkju í dag undir einum veljarafundi.

 

Bretska løgreglan sigur í tíðindaskrivi klokkan 14.39, at ein skaddur persónur var á staðnum, og viðkomandi er staðfestur deyður.

 

Løgreglan sigur eisini, at tey hava handtikið ein mann við knívi.

 

Sambært Sky News er tað 69 ára gamli parlamentslimurin, David Amess, sum er deyður.

 

Sambært bretskum miðlum kom ein maður inn í kirkjuna - Belfairs Methodist Church - og stakk politikaran fleiri ferðir.

 

- Vit leita ikki eftir øðrum brotsmonnum í samband við álopið, og vit halda ikki, at nakar vandi er fyri øðrum menniskum, sigur løgreglan.

 

David Anthony Andrew Amess, sum er fulla navnið á politikaranum, er limur í Konservativa flokkinum, og hann hevur verið valdur í bretska parlamentið síðan 1983.

 

##med2##

 

 

 

Sambært Sky News er tað 69 ára gamli parlamentslimurin, David Amess, sum er deyður.