Kendur danskur toppdómari deyður

Peter Mikkelsen er deyður bara 58 ára gamal

Kendi danski toppdómarin, Peter Mikkelsen, er deyður bara 58 ára gamal. Hann bleiv 1991 og í 1993 kosin til heimsins besta dómara. Hann hevur seinnu árini kempa við álvarsama sjúku.

Tað er ein annar kendur danskur dómari, Kenn L. Hansen, sum hevur kunngjørt tíðindini. Hann boðar frá familjuni, at tey ynskja at fáa frið í hesum tíðum.

Peter Mikkelsen dømdi í 1990 vejingarlandsdystin millum Føroyar og Ísland, sum gestirnir vunnu á Ovara vølli í Gundadali. Hann var eisini fjórði dómari, tá Føroyar púra óvæntað vunnu tiltikna dystin móti Eysturríki í Landskrona í 1990.

Peter Mikkelsen fekk fyri nøkrum árum síðani staðfest móðurmerkjakrabba og hevur síðani havt fylgisjúkur.