Kendur fótbóltssangur aftur nummar eitt

“Football’s coming home” er eftir 22 ár aftur nummar eitt á hitlistunum í Onglandi

Tað er sannur fótóltsfebur í Onglandi, eftir at landsliðið fyri fyrstu síðani 1990 er komið í eina HM-hálvfinalu. Tað sæst aftur hitlistunum, har ein 22 ára gamal sangur aftur liggur nummar eitt.

 

Talan er um sangin “Football’s coming home”, sum bleiv gjørdur til EM-endaspælið í 1996, sum var í Onglandi. Sangurin, sum Frank Skinner, David Baddiel og The Lightning Seeds, gjørdu og framførdu var ikki almenni sangurin hjá enska landsliðnum, men vann seg skjótt fram millum fólkið.

 

Í 1998 bleiv sangurin endurinnspældur. Til HM-endaspælið í Fraklandi var “Football’s coming home” almenni sangurin hjá enska landsliðnum. Nú er tað aftur sangurin, sum er at hoyra har enska landsliðið er.

 

Eftir 2-0 sigurin á Svøríki í fjórðingsfinaluni, reyk sangurin upp á fyrsta pláss á hitlistunum í Bretlandi, sum eitt nú The Official Vodafone Big Top 40. Um fótbólturin veruliga kemur heim koma næstu dagarnar at vísa. Ongland skal mikukvøldið spæla hálvfinalu móti Kroatia.