Kendur filmsjónleikari deyður

Franski filmsjónleikarin Jean-Paul Belmondo er deyður, vita útlendskir miðlar at siga.

 

Hann var sera kendur í sekstiárunum, og leikti eittnú í filmunum Breathless og The Man From Rio.

 

Áðrenn leiðina innan sjónlekin, var Belmondo eitt skifti boksari. Hetta var frá 1949 til 50.

 

Í 1953 stóð hann fyrstuferð á palli í París, og filmsleiðin byrjaði í 1956 við stuttfilminum Moliere.

 

Belmondo fekk fleiri heiðurslønir fyri síni avrik.

 

Belmondo var giftur Elodie Constantin frá 1952 til 1968. Frá 2002 til 2008 var hann giftur Natty Tardivel. Belmondo var tó ofta settur í samband við kendar filmsstjørnur, og frá  1965 til 1972 helt hann saman við Ursulu Andress.

 

Eftir Belmondo, ið gjørdist 88 ár, sita 4 børn.