Kendur havnarmaður verður seksti

Leygardagin tann 27. mai verður Árni Bech Jensen - millum vinir mest kendur sum Árni Bass - seksti ár.




Árni er føddur og uppvaksin í Havn, og sleit hann sínar barnaskógvar úti í Perskonugøtu.
 
Mamman, Elisabeth f. Andreasen, vanliga nevnd Bette, kom úr Nesi í Hvalba, og pápin, Jacob Sofus Jensen, var úr Havn. Foreldrini eru nú bæði farin.
 
Árni er næstelstur av sjey systkjum, harav ein doyði sum nýføðingar - bert tveir dagar gamalur. Hini eru Tove, gift við Gullak Madsen úr Kvívík, Sólrun, gift við Levi á Roykheyggi úr Runavík, Bjørga, gift við Inga Jacobsen úr Svínoy, Bogi, sum doyði í ferðsluóhappi uppi á Oyggjarvegnum 9. apríl í 1974, og Ása, gift við Kára Skorá úr Kaldbak.
 
Árni er giftur við Maiken f. Nicodemussen úr Skálavík, og hevur hon verið honum ein dyggur stuðul. Maiken kom til Havnar í 1967 og byrjaði at arbeiða hjá Føroya Tele, sum tá kallaðist Telefonverkið, og har er hon framvegis. Saman eiga tey børnini Jákup, Boga og eftirnølaran, Erlu. Jákup er giftur við Kristinu f. Schmidt av Viðareiði, og eiga tey tvey børn, Rósu og Áron. Jákup er stjóri í innheintingarfyritøkuni, Intrum Føroyar. Tey  búgva í Havn. Bogi er giftur við Fríðu f. av Fløtum úr Havn, og eiga tey dóttrina Rebekku. Bogi granskar innan sterkstreymverkfrøði á University of Newcastle Upon Tyne. Tey búgva í Newcastle í Onglandi. Erla lærir í Føroya Sparikassa. Hon býr hjá foreldrunum í Torfinsgøtu í Havn.
 
Sangur hevur fylt nógv í lívinum hjá Árna. Hann byrjaði at syngja bass í Ebenezerkórinum í 1960  einans 14 ára gamalur, og har syngur hann framvegis. Annars hevur Árni sungið við í mongum kórum og sangbólkum bæði burturi og heima. Fyrsta kvartettin, hann var partur av, kallaðist Sangbrøður  tað vóru teir: Øssur Berghamar, Finnleif Durhuus, Páll á Lakjuni og Árni sjálvur. Hetta var í sekstiárunum og inn í sjeytiárini, at teir sungu seg inn í hjørtuni á mongum føroyingi.  Hvør minnist ikki sangin: »Eg havi Kristi kærleik«, sum var at hoyra í hvørjari kvøðuljómasending, har Árni tekur aftur í aftur »Havi Hann djúpt í míni sál«.
 
Árni hevur eisini sungið við í Dupultkvartettini í Ebenezer í nøkur ár, har hann framvegis er aktivur.
Sum blaðungur  bert fimtan ára gamalur  byrjaði Árni uppá handilslívið hjá P. A. Restorff í Havn, og sum 25-ára gamalur lat hann upp fyrsta teppihandilin í Føroyum. Árni er framúr góður handilsmaður, men hugurin stóð eisini til sjógvin, og eftir 8 ár, sum sjálvstøðugur handilsmaður, seldi hann handil sín í 1980 og fór á sjómansskúla í Havn, har hann trý ár seinni tók skipsføraraprógv. Nøkur ár sigldi Árni við bátunum hja´sváginum Eiler Jacobsen. Arbeiðslívið hjá Árna hevur verið  so at siga  helvt um helvt sum handsilmaður og sjómaður.
 
Árini frá 2000 til 2005 sigldi hann fyri tað mesta sum kapteinur á trúboðanarskipunum hjá OM, har tað untist honum at føra øll trý skipini  bæði Doulos, sum hevur eina manning uppá uml. 350 fólk, Logos II, sum hevur uml. 230 fólk og síðani gomlu Norrønu, sum nú eitur Logos Hope og í løtuni liggur í Trogir í Kroatia til umbyggingar.
 
Í apríl 2000 fór Árni við konu óg dóttrini, Erlu, yvir til Manila á Filipsoyggjunum, fyri har at fara umborð á Doulos. Tey ætlaðu at vera um borð í fýra mánaðir, men tíðarskeiðið varð longt til eitt heilt ár, har tey vitjaðu mong lond í fjareystri og komu at kenna ein hóp av fólki. Síðani fóru konan og dóttirin heimaftur, og Árni fór umborð á Logos II, fyrst í Evropu og síðani varð farið yvir til Karibien og Miðameriku.
Árni er framvegis siglandi maður. Hann er nú við nótabátinum Ruth, sum svágurin Gullak Madsen eigur. Teir sigla út frá Hirtshals.
 
Um tú spyrt Árna, so sigur hann, at hann hevur livað eitt áhugavert,  spennandi og hendingaríkt lív, men sum hann sjálvur sigur: »Uttan signing Harrans er alt sum einki at rokna« og signing Harrans hevur tað nú ikki skortað uppá.
 
Vit ynskja Árna  hjartaliga tillukku við føðingardegnum og nógv góð ár framyvir - Má Harrin signa teg og tíni.
 
Árni er burturstaddur føðingardagin.