Kendur hondbóltsdómari skeið í Føroyum

Danski hondbóltsdómaraserfrøðingurin Johnny Taumann fer í døgunum 12. til 18. september at halda dómaraskeið kring landið. Sum nakað nýtt verður eisini skipað fyri skeiði fyri fólk, sum sita við dómaraborð. Karstin Joensen, formaður í Dómarafelagnum, sigur at tað er ein fongur at fáa ein kapasitet, sum Johnny Taumann henda vegin. Og ikki minni týdningarmikið er, at hondbóltsfólk kring landið taka væl í móti og møta upp til skeiðini.

 

Skráin er henda:

 

· Mánadag 12. september, Tórshavn kl. 18.30 til 21.00 Dómaraskeið – fyri fólki, sum døma og áhugaðum sum heild (upplýst verður seinni hvar)

 

· Týsdag 13. september, ÍSF húsið, Tórshavn, Kl. 18.00 til 19.00 Skeið fyri nevndum og fyrisiting hjá HSF, Kl. 19.00 til 21.00 Skeið fyri fólkum, sum sita við dómaraborð

 

· Mikudag 14. september, Í Vági, Kl. 18.30 til 21.00 Dómaraskeið – fyri fólki, sum døma og áhugaðum sum heild

 

· Fríggjadag 16. september, Ítróttarhøllin á Skála, kl. 18.30 til 21.00 Dómaraskeið – fyri fólki, sum døma og áhugaðum sum heild.

 

· Leygardag 17. september, Eysturskúlin, Tórshavn, kl. 09.00 til 18.00 Dómaraskeið fyri A-dómarum

 

· Sunnudag 18. september, KÍ-høllin, Klaksvík, kl. 18.30 til 21.00 Dómaraskeið – fyri fólki, sum døma og áhugaðum sum heild.