Kendur maður til ÍF

Tað verður ein kendur maður, sum skal hjálpa Jógvani Martin Olsen í ÍF

Maðurin, sum kemur at hjálpa Jógvani Martin, er málmanslegendan Jákup Mikkelsen. Jákup tók við sum venjari síðstu dystirnar í ár. Hann hevur játtað at verða hjálparvenjari fyri komandi ár.

 

- Jákup Mikkelsen hevur verið hjá okkum í 6 ár nú, og kennir felagið væl. Tað er gleðiligt, at eitt samstarv kann koma í lag við fyrrverandi málmannin, nú eitt nýtt ár stendur fyri framman, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

ÍF hevur sett Jógvan Martin Olsen sum venjara.