Kendur prædikumaður vitjar

Kendi prædikumaðurin Tom Roberts kemur aftur á vitjan til Føroya leygardagin. Tom Roberts kom higar fyrstu ferð í 1973, tá ið hann ferðaðist kring oyggjarnar við sínum greiða og máttmikla evangeliska boðskapi. Sonn vakning tók seg upp, og tað sama hendi, tá ið hann kom aftur í 1976. Síðani hevur hann verið fleiri ferðir aftur, seinast fyri fimm árum síðani.

Tom er føddur og býr á Bahamaoyggjunum, har hann í meira enn 50 ár hevur virkað sum evangelistur. Hóast hann nú er 75 ára gamal, er hann framvegis ein líka fúsur, dynamiskur og hugvekjandi boðberi evangeliums, sum áður.

Fundirnir við Tom Roberts byrja í Havn sunnudagin 27. mars í Lívdini og Ebenezer, í ítróttarhøllini á Skála 1.2. og 3. apríl, á Sandi 5. og 6. apríl, í Skúladeplinum í Hovi vikuskiftið 8. 9. og 10 apríl. Síðani verður farið til Klaksvíkar vikuskiftið 15. 16. og 17. apríl við fundum í Betesda og Badmingtonhøllini.

Tom Roberts endar fundarøð sína á páskum, tá ið hann verður við til páskastevnurnar, fyrst í skúlanum í Porkeri skírhósdag og langafíggjadag, og síðani í ítróttarhøllini í Runavík páskaaftan og 1. páskadag. Tom og familjan fara avstað aftur úr Føroyum 2. páskadag.