Kendur rithøvundur órógvaði grannakonu

- Tað ger mær ógvuliga ilt, at mín býttleiki gekk út yvir eina óseka kvinnu, sigur Mads Larsen, sum hevur skrivað eina av mest seldu bókum í Noregi Sunnunáttina fór rithøvundurin, sum var rættiliga drukkin, á dyrnar hjá eini grannakonu í Oslo, og nú er hann skuldsettur fyri at órógva húsfriðin.

Tilburðurin fór fram um 02-tíðina sunnunáttina. Sambært løgregluni var maðurin ?svært beruset? og noktaði kvinnuni at fara úr íbúðini.

Hetta endaði við, at kvinnan kendi seg noydda at senda boð eftir løgregluni, sum tók mannin við sær at sova rúsin av.

Tá Mads Larsen vaknaði aftur, avhoyrdi løgreglan mannin, og við frágreiðingini hjá kvinnuni sum grundarlagi hevur løgreglan nú skuldsett mannin eftir grein 223 um at órógva húsfrið.

Sjálvt um maðurin sum journalistur hevur arbeitt á Dagbladet.no, er tað júst hesin fjølmiðil, sum ber tíðindini um tilburðin.

Og Mads Larsen sjálvur er ikki trekur at siga sum er og at angra sínar syndir:

- Eg var so fullur, at eg fann ikki mina egnu hurð. Tað ger mær ógvuliga ilt, at mín býttleiki gekk út yvir eina óseka kvinnu, sigur rithøvundurin.

Undir avhoyringunum visti Mads ikki nógv at siga um tað, sum var hent, og hann gjørdist rættiliga skakkur, tá løgreglan fortaldi honum, hvat hann hevði gjørt.

- Eg minnist ógvuliga lítið av tí, sum hendi, men eg dugi væl at ímynda mær, at mín vitjan hevur verið ræðandi fyri kvinnuna.

Rithøvundurin hevur sjálvur valt at tosa opið um tilburðin:

- Eg skammist um hetta, men tá ið eg fyrst havi uppført meg so idiotiskt, má eg eisini taka avleiðingarnar, sigur Mads Larsen, sum er føddur í Kirkenes í 1975, men er uppvaksin í Trondheimi.

Í dag býr hann í Oslo.

Í 2003 gav Mads Larsen út eina roman, sum seldi ikki færri enn 66.000 eintøk og soleiðis gjørdist ein av mest seldu bókum av hesum slagnum í Noregi.

Vit kunnu siga, at tað áhugaverda við hesi søguni er, at maðurin tosar um, ásannar og angrar sínar gerðir alment.

Hann skulkar sær ikki undan síni ábyrgd og roynir ikki at burturforklára ella tileinkisgera tað, sum hann hevur gjørt.