Kendur rocksangari deyður

Undangongumaður innan grunge-tónleikin doyði brádliga í gjárkvøldið

Amerikanski rocksangarin Chris Cornell doyði í gjárkvøldið 52 ára gamal.

Tað boðar tíðindastovan AP frá í morgun.

Chris Cornell var sangari í bólkunum Soundgarden og Audioslave og framførdi eisini undir sínum egna navni. Hann var úr Seattle og var ein undangongumaður innan sonevnda grunge-tónleikin, sum veruliga tók seg upp í nítiárunum.

Umboðsmaðurin Brian Bumbery sigur við AP, at Cornell doyði óvæntað og brádliga í Detroit í gjárkvøldið, og familja og vinir eru skelkað.


Enn verður einki sagt um orsøkina til, at Chris Cornell doyði.