Týskvøldið hevur kendi gospelbólkurin Hillsong Young & Free konsert í Kelduni í Skálafirði.
Hillsong Young & Free er úr Austrailia, og nú tey eru á ferð í Europa, leggja tey eisini leiðina til Føroya. Tey koma úr Slovakia, har tey hava havt konsert. 16 fólk eru við í ferðalagnum.
Bólkurin er partur av samkomuni Hillsong, ið var stovnað í Australia í 1983. Hillsong eru serliga kend fyri sín tónleik og hava gjøgnum árini útgivið yvir 40 útgávur og selt yvir 11 milliónir eintøk.
Hillsong Young & Free hevur síðani 2013 útgivið 6 fløgur og 19 stakløg.
Konsert við Hillsong Young & Free verður í Kelduni í Skálafirði týskvøldið kl. 20.00.

Kendur tónleikabólkur komin til Føroya

