Kenna ikki síni egnu børn

Tingbólkaformaður Javnaðarfloksins boðar nú brádliga frá, at Javnaðarflokkurin ikki góðtekur, at minstupensjonistar verða mótroknaðir frá fyrstu forvunnu krónu. Áhugavert, tí tað er formaður floksins og fíggjarmálaráðharrin hjá samgonguni, sum er komin í tingið við uppskotinum. Ikki at kennast við síni egnu børn, er vorðið dagsins rættur frá ABC

John Johannesen legði í útvarpinum stóran dent á, at mótrokningin í pensjónini hjá fyritíðarpensjonistum var “uppskotið frá landsstýriskvinnuni í almannamálum”.

 

Men Rósa Samuelsen hevur hinvegin fleiri ferðir alment sagt, at hon hevur verið noydd at góðtaka uppskotið, og svølgja henda herska bitan, tí hann er partur av politiskari avtalu. Samstundis fer løgmaður út og sigur, at Rósa sjálv má finna uppá okkurt annað, nú tað eru so mong, sum eru ímóti at knokkroyta fyritíðarpensjonistarnar.

 

Allir royna sostatt at fráskriva sær faðirskap at barninum, sum Rósa sigur seg einki eiga í! Men uppskotið er altso komið frá landsstýrinum, tað vil siga, umframt frá Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og javnaðarfíggjarmálaráðharranum, eisini frá løgmanni sjálvum. So íðin sum løgmaður var at forhondsselja “eg-veit-ikki-ordeliga-hvat-verður-í-men-tað-verður-gott-pakkan” hjá landsstýrinum, so má løgmaður hava kent hvørt komma, áðrenn pakkin varð lagdur fram. Og tað sama munnu flestu samgongulimir hava gjørt. Talan var ikki júst um nakra bagatell.

 

Hóp-lúripassaríð

Samgongumenn hava lúripassað, segði fíggjarmálaráðharrin, vónsvikin av, at fleiri samgongulimir loypa á pakkan, hóast teir hava havt ríkiliga av tíð til at ávirka og broyta tingini, áðrenn hann kom í tingið.

Tá nú flokkurin hjá fíggjamálaráðharranum heldur ikki vil kennast við partar av pakkanum, má tað jú merkja, at Javnaðarflokkurin allur hevur lúriðpassað, og so sanniliga - eisini løgmaður sjálvur.

 

Kanska henda - ella handavegin

Løgmaður sigur, at vit enn einaferð skulu bíða eftir einum pakka – hesaferð eftir einum vinnupakka. Tað gera vit so. Ímeðan vit eisini bíða eftir einum uttanríkispolitikki.

 

Ímeðan uttanríkisráðharrin kallar EFTA fyri “ein vitalan felagsskap undir støðugari menning”, kallar løgmaður alment felagsskapin fyri ein bindiklubba. Meinar løgmaður at vit skulu stríðast fyri at koma í ein bindiklubba? Og hví skuldi EFTA yvirhøvur latið dyrnar upp fyri einum landi, hvørs hægsti leiðari skýrir handilsfelagsskapin vera fyri kaffitystar bindikonur?

 

Í fiskivinnupolitikkinum hava vit júst sæð, at hóast bæði B, C og partar av A siga seg vilja munadyggar broytingar, og løgmaður enntá lovar burðardygga vinnu innan 2 ár (!!), so sleppur ein minniluti í samgonguni at ráða yvir okkara høvuðsvinnu. Hvør bestemmar? Hvør tekur avgerðirnar? Hvør sker ígjøgnum, so glitrandi orðini hjá løgmanni síggjast aftur í veruligum politiskum gerðum? Ongin – ella bara onkur?

 

Orðini hjá løgmanni um at rógva í takt og teamarbeiði standa eftirhondini eftir sum innantómt orðaskvaldur. Og tað er til stórt spell fyri tær góðu kreftir, sum hóast alt eru í pørtum av samgonguni. Fá kunnu vera í iva um, at í ABC er hvørki stýrimaður ella skipari á brúnni. Úrslitið er, at samgongan ikki kennir síni egnu børn.