Kenna løgtingsfólk viðurskiftini í Suðuroy

Finnleif Guttesen
?????

Eftir at hava lurta eftir orðaskiftinum á tingið um miðnámsskúla í Suðuroy, so kemur tað týðuliga fram, at tingfólk skilja ikki viðurskiftini í Suðuroy.
Fyri at fáa greiði á, hvat ein meiriluti av suðuroyingum ynskja, so er at taka formanninum í Tjóðveldis-flokkinum uppá orði og lata Gallup spyrja suðuroyingar, hvar teir vilja hava ein miðnámsskúla at liggja, í Hovs dali ella í Vági, og tað skal bert spyrjast um hetta eina málið.
Ein kanning av Gallup, kann gerast uppá stutta tíð og tingfólk kunnu so við góðari samvitsku siga, at meirilutin hevur tala og vit gera sum ein meiriluti í Suðuroy ynskir.