Kenna Rógva

Tað er sjáldan, at føroyska liðið tykist rúma so øgiliga nógv í fyrireikingunum hjá útlendsku stjørnunum, sum koma henda vegin at spæla landsdyst.

Italski liðskiparin, Fabio Cannavaro, viðgekk eisini, at teir ikki kendu tað heilt stóra til føroyska liðið, men hann legði tó dent á, at uppgávan verður tikin í álvara.

- Vit skulu fyrst og fremst vinna. Tað gera vit at halda eitt støðugt trýst, soleiðis at vit at enda fáa avgerandi bóltin inn um verjuna og í málið.

Spurdur, hvat teir kendu til mótstøðuna, segði hann:

- Tað er ikki so nógv. Nakað hava vit lisið í bløðum sum Gazetta. Men teir eru væl skipaðir, og so hava teir ein áleypara, sum er sera sterkur í høvdinum. Og so er tað 100% sikkurt, at teir hava ein øgiligan vilja, segði spælarin, sum í fjør varð kosin tann besti í øllum heiminum.