Í kvøld vitjar ein forkunnugur gestur í Irish Pub í Havn. Talan er um amerikumannin Kenneth Dumlao.
Irish Pub er hvørt vikuskiftið karmur um býarlív av ymsum slag. Eitt nú eru trubadurar ein fastur partur av skránni hjá Irish Pub, og er talan um bæði føroyskar og útlendskar trubadurar.
Í kvøld er ein amerikumaður at síggja í Irish Pub. Kenneth Dumlao er ættaður úr San Diego California, og hann spælir á nógvum írskum pubbum í Skandinavia.
Hann hevur áður verið í Irish Pub í Føroyum, og tá hava áhoyrararnir tikið væl ímóti hansara tónum. Nú verður so aftur høvi at hoyra Kenneth Dumlao. Hann spælir í kvøld frá klokkan 23.30 í Irish Pub á Skálatrøð í Havn.