Kenneth er aftur í B36

Seinastu trý kappingarárini hevur havnarmaðurin verið í útlegd á Argjum. Nú er tíðin búgvin at venda heim.

 

- Vit hava sett okkum sum mál, at bulurin á liðnum skal vera ein sterk kjarna av spælarum, sum hava sín uppruna í felagnum. Og tí var tað sjálvandi eitt mál hjá okkum at fáa ein spælara sum Kenneth aftur til felagið, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36.

 

Kenneth Jacobsen, sum er 29 ára gamal, vann sær pláss á besta liðnum hjá B36 í 2000. Hann var fastur partur av liðnum fram til 2007.

 

Seinastu trý kappingarárini hevur hann spælt við AB.

 

Tað er eisini greitt, at Klæmint Matras spælir við B36 næstu tvey árini. Hann hevur longt sín sáttmála við barndómsfelagið.