Gunnar Dahl-Olsen skuldi bara hava níggju stig fyri at vinna Grand Prix Føroyar. Nærmasti kappingarneyti hansara, Kári Brattaberg, var somikið langt aftanfyri, at eingin spenningur var um vinnaran av samanlagdu kappingini. Meiri spenningur var harafturímóti um, hvør vann seinastu kappingina. Kappingin varð skipað soleiðis, at fyrst varð koyrt í 50 minuttir, og síðani varð eitt umfar koyrt afturat.
Í seinastu etapuni av Statoil Kring Føroyar bardust Kenneth Gormsen og Gunnar Dahl-Olsen um fyrsta plássið, og tá vann Gunnar við góðari hjálp frá Team Shell. Hesuferð var Gormsen aftur við, men eingin koyrdi saman í liðum. Gormsen megnaði hesuferð at basa Gunnari, sum undan kappingini mestsum hevði tryggjað sær samlaða sigurin. Harvið fekk Gormsen hevnd yvir tapið í seinastu etapuni av Statoil Kring Føroyar. Jóhann Brend kom triðjur á mál, og hann endaði á fjórða plássi í samlaðu kappingini. Restin av súkkarunum endaðu allir meira enn eitt umfar aftanfyri vinnaran Kenneth Gormsen.
Jóhann á baki kom Kári Brattaberg, sum gjørdist nummar tvey í samlaðu kappingini aftanfyri Gunnar. Fimtur á ólavsøku var Sverri Mohr Edvinddon, og hann gjørdist nummar trý samanlagt. Kári skuldi bara enda frammanfyri Sverra fyri at tryggja sær annað plássið, og líkt er til, at hann mest hevur hugsað um hetta heldur enn at hugsa um at vinna kappingina. Jákup Johansen var ein av trimum súkkarum, sum býr á flatlondum dagliga, og hann kom á mál sum nummar seks. Kenneth Gormsen og Jóhann Brend búgva eisini niðri í Danmark og koyra fyri CC Gladsaxe.
Næst á skránni hjá føroyskum súkklarum er føroyameistaraskapið, sum verður miðskeiðis í august. Tá verður Gormsen ikki við, og Gunnar Dahl-Olsen er klárur favorittur, um Rógvi Johansen ikki kemur heim til kappingina. Tá verður ein kapping í landavegskoyring og ein einkultstartur. Landavegskoyringin er 100 kilometrar, meðan einkultstarturin er 30 kilometrar.
Endaliga støðan í Grand Prix Føroyar 2000
Menn
Nr Navn BýurPoint
1 Gunnar Dahl-Olsen Tórshavn 182
2 Kári Brattaberg Vágur 143
3 Sverri Mohr Edvinsson Tórshavn 128
4 Jóhann Brend Tórshavn 120
5 Esmar Joensen Hvítanes 101
6 Eyðun Poulsen Tórshavn 93
7 Rógvi Johansen Vágur 80
8 Evald Rasmussen Hoyvík 66
9 Geyr Gilsteinsson Hoyvík 64
10 Christian Guttesen Norðdepil 48
11 Kenneth Gormsen Gladsaxe 40
12 Jákup Johansen Vágur 20
12 Kári Simonsen Tórshavn 20
14 Tony Ditlevesen Tórshavn 18
15 Jón Ellingsgaard Tórshavn 16
Úrslitið av ólavsøkukappingini
Menn
Nr Navn Býur Umf. eftir vinnaran Stig
1 Kenneth Gormsen Gladsaxe 40
2 Gunnar Dahl-Olsen Tórshavn 34
3 Jóhann Brend Tórshavn 30
4 Kári Brattaberg Vágur 26
5 Sverri Mohr Edvinsson Tórshavn 23
6 Jákup Johansen Esbjerg 20
7 Tony Ditlevesen Tórshavn 18
8 Esmar Joensen Hvítanes 16
9 Eyðun Poulsen Tórshavn 14
10 Geyr Gilsteinsson Hoyvík 12
Dreingir 10-14 ár
Nr Navn Aldur Stig
1 Beinur Jacobsen Tórshavn 40
2 Dánjal Michaelsen Tórshavn 34
3 Jákup Lutzen Tórshavn 30
4 Fríði E. Mikkelsen Tórshavn 26
5 Jákup Dahl-Olsen Tórshavn 23
6 Bergur Johansen Argir 20
7 Heðin Poulsen Tórshavn 18
8 Sigurð D. Karlson Tórshavn 16
9 Jóan Pauli Dahl Jacobsen Tórshavn 14
10 Edvard Leo Vestmanna 12
Dreingir 6-9 ár
Nr Navn Býur Aldur Stig
1 Róaldur Jacobsen Tórshavn 40
2 Rani G. Jacobsen Tórshavn 34
3 Brian Vang 9 Hoyvík30
4 Knud Glerup Tórshavn 26
5 Kristoffur Nielsen Tórshavn 23
6 Kári Joensen Hvítanes 20
7 Markus Vitji Tórshavn 18
8 Atli undir Kletti Tórshavn 16
9 Kristian Kruse Tórshavn 14
10 Ragnar Kristiansen Tórshavn 12vindur og veður,
ávirkan hevur
og sítt krevur.
Í 1899 teir nýggja kirkju byggja
fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,
slíkt kann ei á láni liggja.
Og nú gott hundrað ár á rað
hevur hon verið og er framvegis tað
stað
har deknur lesur lestur
ella tænari er prestur.
Har tú á hvørjum halgidegi
í sorg sum í gleði
kann finna linna
ugga, og megi
í Harrans orði
og við altarborðið.
? ? ?
Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,
sum tóku hesu mongu umrøddu stig,
vit lýsa yvir teimum Guds frið.
Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,
sum hildu áfram í teirra anda,
sum vanligt er her til landa.
Latum okkum saman standa
og kirkju okkara verja
mót øllum, ið á hana herja
og vilja boðskap hennara skerja.
? ? ?
29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,
móti tað óivað onkran undra,
at kirkjan ikki helt føðingardag,
men hetta kom tíanverri ikki í lag,
orsøkir vóru av ymiskum slag.
Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda
vit mong í Hattarvík lenda
at minnast dagin henda.
Vit leggja serliga merki
til hetta frálíka listarverkið,
gávuna stórbæru,
kirkjuni til heiðurs og æru,
altartalvuna, ið kórveggin prýðir,
har skapanin í huga fram stígur.
Øll góð ynski um Guðs signing.
Hjartaliga tillukku.
Erland Beder