Heitið á nýggju klassisku fløguni frá TUTL "Tíðin rennur", sipar til føroyska sangin eftir Jógvan Waagstein. Kenneth Jones hevur lagt lagið til rættis fyri kornett,
flugelhorn, piccolo trompet og klaver, og er tað partur av fløguni, sum annars inniheldur klassiskan og væl umtóktan tónleiki fyri trompet og klaver. Fleiri av løgunum eru at finna á innihaldslistunum hjá "The Associated Board of the Royal Schools of Music" og á ymiskum musikkonservatorium og nøkur teirra eru sjálvsom at finna á upptøkum.
Kenneth og Birgitte búgva bæði í Føroyum og arbeiða á Føroya musikkskúla. Umframt samstarv við næmingum musikkskúlans, byrjaðu tey at samstarva og framføra regluliga í 2008. Seinastu trý árini hava tey havt nógvar konsertir runt um í Føroyum, harav fleiri í Norðurlandahúsinum. Tvær framførslur hava eisini verið í Danmark og ein í London. Í 2010 og 2011 hava tey havt konsertir á Summartónum, har tey m.a. hava frumframført verk eftir Kristian Blak og Atla K. Petersen. Kenneth og Birgitte verða
aftur at hoyra á Summartónum komandi ár. Henda upptøka er teirra fyrsta almenna upptøka saman.
Fløgan er tikin upp í stóru høllini í Norðurlandahúsinum í tiðarskeiðinum 16. til 18. novembur 2011 av Finnur Hansen, ljóðteknikara
Móttøka er hósdagin 15. desember kl. 16.30 í Tutl handlinum, og har fara tey bæði fara at framføra okkurt lag.
Hesum boðar Tutl frá í dag.