Kennir tú leiðina?

Ein sonn søga sigur, at nakrir týskarar fyri árum síðani vóru komnir norður til Viðareiðis og spurdu eftir farti til Mikinesar. - Vit fáa ein góðan látur; men er ikki annað, vit kunnu gera fyri at lætta um hjá okkara ferðafólki, ið hevur valgt sær hetta vakra men kostnaðarmikla ferðamál?

Magna Thomassen

Síðan hasa hending er nógv broytt til tað betra.
Millum annað eru skelti komin fram við landsvegirnar. Men nøkta tey tørvin?
Plaga tit at hyggja eftir skeltum fyri at finna vegin fram her á landi?
Allarhelst ikki. Vit føroyingar vita vanliga at finna leiðina fram.
Nú útlendskir bilar so smátt aftur eru at síggja á vegunum, koma skemtulig minni frá fjør sumri fram.
Hesir tilburðir eru bert tveir av einum ótali, sum onnur helst kenna til.
Eina bilferð vestur yvir land, komu fólk úr tveimum stórum húsvognum og spurdu, hvussu tey komu til Vestmanna. Vit vóru stødd á Oyrabakka og greiddi eg frá, hvønn veg tey skuldu koyra: Fyrst um brúnna, suðureftir um nesið, so norðureftur til rundkoyringina og har fara longur norður til Vestmanna.
NEI! Har høvdu tey verið, og har vísti onki til Vestmanna. Til Vágar og Tórshavnar skuldu tey ikki.
Við korti frammanfyri greiddi eg enn eina ferð frá leiðini og at har var ongin annar møguleiki, hóast Vestmanna lá beint hinumegin fjøllini, vit hugdu yvirá.
Síðan fór eg frá teimum. Komin til rundkoyringina í Kollafirði kundi eg bara geva gestum okkara rætt.
Har var ongin ávísing til Vestmanna - heldur ikki til Mikinesar - okkara mest vitjaðu feriumál !!

Við stórum húsvognum er avgjørt ikki ráðiligt at koyra her á landi uttan mið og mál.
Hin tilburðurin var, tá ein skilamaður, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum, tosaði um, at hesa ferð skuldi hann ein biltúr til Suðuroyar.
Dagarnir ganga. So ein dagin spyr hann, hvussu hann kemur til Sandoyar. Hann fær eina frágreiðing um, hvar Gamlarætt er og fer avstað tíðliga á morgni við Dúgvuni fyri at verða norðuri aftur um kvøldið. Onki varð nevnt um Suðuroynna.
Tá hann kemur aftur, var hann ikki blíður: Hvat í ..... gera tit her í Føroyum. Er onki skil í nøkrum.
Ólukkudýrið var farið til Sandoyar, koyrdi suður eftir oynni til hann kom har, hann helt ferjan til Suðuroyar sigldi og spurdi eftir farti. - Vit royndu at halda látrinum og hugsaðu um sandoyingar saman við vinmanni okkara, har teir stóðu so fittir og skimaðust suður eftir Smyrli.
Hvussu kann tílíkt henda? - Kanska bara skilagóð hugsan, tá onki annað er uppmerkt?
Tí tá vit seinnu kannaðu eftir, funnu vit onki skelti nakrastaðni norðan fyri Havnina, ið vísti til Sandoyar og Suðuroyar ella hinar smærru oyggjarnar.
Við rundkoyringina áðrenn Hoyvík finna vit tað skemtiligasta.
Har stendur bara Tórshavn C og V umframt Hoyvík.
Ongi skelti, sum leiða ferðafólk í bili eftir ringvegum til tær ymsu ferjurnar til útjaðaran og -oyggjarnar.
Hvussu bilar verða leiddir frá Norrønu og út um landið, veit eg ikki. Vónandi ikki líka ússaliga.
Men nógv skal ikki til fyri at bøta um skeltini. Hvør tað so er, ið bøtir.
Um tað ikki verður gjørt, eigur hvørt ferðafólk at fáa eitt greitt vegakort í hondina, tá tey koma.
Ynskja tit kanska, at tey villast umborð á skeiva ferju og gjøgnum skeivan tunnil?
Ella ynskja vit, at tey fara úr Føroyum við góðum minnum, ið eisini eggja øðrum at koma higar?