At tú sum fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður og ein mansaldur sum løgtingsmaður ikki klárar eitt sindur av speisemi í viðmerking míni fríggjadagin um Sandoyartunnilin, ja, tað skilji eg ómetaliga væl. Tí um nakar, so stendur júst tú sum ein av eksponentunum fyri tann politiska ørskap, ið fór fram í áttatiárunum, og sum var beinleiðis orsøkin til tað fallitbúgv, ið onnur máttu taka upp eftir tykkum í nítiárunum. Ein kreppa vit føroyingar framvegis dragast við. Um ikki beinleiðis fíggjarliga, so sum sár í stoltleikanum hjá eini tjóð, ið mátti til Danmarkar við hattinum í hondini.
Fyri at taka Jacob Vestergaard fyrst, so er tað sjálvandi í fínasta lagi, at tú verjir floksfelagan, tí valla er tað hansara feilur aleina, at tað gekk, sum tað gjørdi við Jógvani S. Tó skerst ikki burtur, at tað var hann, ið tók fiskiloyvið aftur, og at hetta í fyrstu atløgu kostaði 2,4 mió. krónur í endurgjaldi. Eitt mál, sum kann koma at kosta uppaftur meiri, tí tað er kært til Landsrættin. Eg ivist onga løtu í, at Jacob Vestergaard hevur spurt onkran av sínum floksfeløgum og fingið ”góð ráð”, áðrenn hann tók avgerðina. Politisk uppílegging í almenna fyrisiting er alt annað enn eitt fremmant fyribrigdi her á landi, tíansheldur í tínum flokki.
Og at tað var landsstýrismaðurin, ið hevði ábyrgdina av skiparamálinum á Smyrli, ivast sjálvt fólkafloksmenn ikki í. Annars høvdu teir mótmælt avgerðini hjá løgmanni um at koyra hann frá.
At eg hevði egnað meg sum framsøgumaður í einum flokki við rasistiskum sjónarmiðum eru grovar skuldsetingar frá tær, sum eg ongantíð fyrr havi verið útsettur fyri. Hetta, tí eg loyvi mær at seta spurnartekin við raðfestingina av eini íløgu upp á 750 mió. krónur til eitt øki, sum hevur gott samband við meginøkið í dag.
Og at ein fyrrverandi formaður í júst Fólkaflokkinum skal skuldseta onnur fyri rasistisk sjónarmið, man vera torført hjá nøkrum føroyingi, ið minnist eitt sindur aftur í tíðina, at taka fyri fult. Í formanstíðini hjá tær hevði Fólkaflokkurin eitt málgagn – Dagblaðið kallaðist tað vist – hvørs fremsta endamál var at útspilla, undirgrava og niðurgera politisk mótstøðufólk. Tað man vera tað nærmasta, vit nakrantíð hava verið fasistiskum og rasistiskum fjølmiðlavirksemi í Føroyum. Eitt fyribrigdi, sum vit vónandi ongantíð aftur fara at uppliva. At sama málgagn hevði sum eitt av sínum hjartamálum at verja apartheidstýrið í Suðurafrika, hevur tú eftir øllum at døma eisini gloymt; ella bara fortrongt. Og ikki minst fasistiska hernaðarstýrið hjá Augusto Pinochet í Kile, ið fyrst framdi statskvett og drap demokratiskt valda forsetan, Salvador Allende, og síðani píndi og drap túsundtals, politisk mótstøðufólk. Stýrini í hesum báðum londunum vóru stóru fyrimyndirnar hjá teimum, ið skrivaðu málgagnið hjá tínum flokki. Sum kunnugt hevur tað ongantíð verið hildið at vera serliga skilagott at blaka við steinum, tá man býr í glashúsi – ella rættari – hevur gjørt tað.
Fyri at venda aftur til tað, sum tú finst at í míni viðmerking, so havi eg ongastaðni skrivað, at sandoyingar ikki skulu hava teirra undirsjóvartunnil. Eg skilji eisini ótrúliga væl, at teir vilja hava fast samband, og hetta skal vera teimum vælunt. Ongin ivi er um, at tunnilin undir Skopunarfirði fer at koma øllum føroyska samfelagnum til góðar. Bert havi eg loyvt mær tann demokratiska rætt at seta hetta í perspektiv í mun til aðrar almennar íløgur, har skorið verður inn á bein.
Eitt dømi, sum eg ikki nevndi í viðmerking míni í blaðnum fríggjadagin, var, at KRIS – ein sjálvboðin felagsskapur, ið hjálpir insestofrum – sum fær 200.000 krónur um árið, men í veruleikanum átti at fingið nógv meiri, er í vanda fyri heilt at verða tveittur av fíggjarlógini. Kann nakar uttanfyri Tinghúsið skilja, at samstundis sum ein stórur meiriluti av løgtingslimum taka avgerð um at gera eina íløgu upp á 750 mió. krónur við vinstru hond, siga somu politikarar nei til 200 túsund krónur til eitt sera vælgerandi endamál við høgru hond. Hetta er so langt úti, at torført er at finna orð fyri tí. Ikki eingong so tætt uppundir eitt løgtingsval, er tað til at skilja, at slíkt kann koma fyri. At meirilutin er so stórur, har bert tvær atkvøður eru ímóti og tvær blankar, kann einans skiljast soleiðis, at politikkur ikki bara byggir á vanligt vit og skil, men líka so nógv á rossahandlar. - Fáa vit hetta ígjøgnum, so skulu tit fáa hatta ígjøgnum osfr.
Eitt annað mál er um Ítróttarsambandið fyri Brekað, ÍSB, sum hevur fingið nei til 100.000 krónur á fíggjarlógini, ið felagsskapurin skal brúka til at skipa fyri eini ráðstevnu millum norðurlond, sum tey fyri langari tíð síðani hava sagt ja til. Nú má ÍSB líða tann tort at skula aftur til hini londini og siga, at tey hava ikki ráð og mugu avlýsa ráðstevnuna, tí føroysku myndugleikarnir ikki vilja stuðla hesum. Peningurin skal brúkast til at seta eitt hálvtíðarstarv at samskipa tiltakið. Sjálvt um ÍSB setti seg í samband við Mentamálaráðið, áðrenn tey átóku sær at skipa fyri ráðstevnuni, og sama Mentamálaráð lovaði at gera alt fyri at fáa játta peninginin, stendur ikki eitt oyra á fíggjarlógaruppskotinum.
Hyggja vit so eftir, hvat Sandoyartunnilin kostar, tá hann einaferð er afturgoldin, gerst myndin ikki minni grotesk. Við rentum og rentum av rentum fer íløgan ivaleyst tátta í tað tvífalda, t.e. smár 1,4 mia. krónur, tá skuldin er burtur. Og at blíva við at samanbera hesa íløguna við Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, sum tú og nógvir aðrir politikarar gera – harímillum núverandi løgmaður – er politisk villeiðing. Tær báðar fyrru íløgurnar gjalda seg sjálvar aftur, men tað ger Sandoyartunnilin ógvuliga langt frá.
Stjórin í Norðoyatunlinum, Dávur Reinert Hansen, segði so seint sum fríggjadagin við Rás 2, at tunnilsgjaldið í Sandoyartunlinum við teimum mettu ferðslutølunum í mesta lagi kann forrenta 80 mió. krónur. Treytin fyri at koma upp á metta talið, er enntá, at allir suðuroyingar brúka hesa farleið. Hetta merkir, at landskassin, og harvið føroyski skattgjaldarin, má gjalda restina av teimum mongu hundrað milliónumum.
Men, Jógvan Sundstein, fyri at venda aftur til tað, sum eg byrjaði við at staðfesta: Tú hevur ivaleyst torført við at síggja skógin fyri berum trøðum, tá man hugsar um politiska og fíggjarliga ørskapin, sum valdaði í tíni tíð sum politikari og floksformaður. So tá alt kemur til alt, ert tú helst lógliga umskyltur.