Kenslan er fantastisk

- Eg fari ikki at sakna Skopunarfjørð, men Teistin hevur verið okkum góður, sigur Niels Johannes Tjaldrastein.

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin letur upp alment hósdagin?  

 

- Kenslan er fantastisk!

 

Tað sigur Niels Johannes Tjaldrastein á Sandi.

 

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna?

 

- Hann fer at fáa ein velduga stóran týdning, bæði fyri handverkaran og fyri okkum øll. Nú verður eisini lættari hjá teimum eldru at ferðast.

 

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður?

 

- Ja, ein trupulleiki kann vera rottan!

 

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð?  

 

- Nei, fjørðin fari eg slett ikki at sakna, men Teistin hevur verið okkum góður, sigur Niels Johannes Tjaldrastein.