Kensluborin kvinnulist í Lítluvík

Fríggjadagin kl. 14.00 letur spennandi listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík í Tórshavn.

Tað er listakvinnan Annika Hansen, sum fer at sýna fram einar 20 myndir, og tey, ið leita sær í Lítluvík kunnu vænta sær myndaevni, ið ein sjálvdan sær her heima.
 
Yndis myndaevni hjá Anniku er kvinnur, naknar kvinnur, og tær verða málaðar á ein ekspressionistiskan og litríkan hátt. Onnur myndaevni eru heilt abstakt, men tað, ið myndirnar hava í felag er, at tær eru kenslubornar og villar, heldur enn penar.
 
Annika Hansen er 40 ára gomul og hevur búð í Århus meira enn helvtina av sínum lívi. Samanlagt hevur hon gingið 5 ár á listaskúla, einamest í Århus, men eitt tíðarskeið gekk hon eisini á listaskúla í Dakkar í Senegal. Annika hevur havt fleiri framsýningar í Århus, men bert einaferð áður hevur hon sýnt fram í Føroyum. Hetta var til eina felags framsýning, sum Ole Wich tók stig til. Nú 15 ár seinni leitar listakvinna so aftur til klettarnar fyri at sýna fram sína list og bjóða okkum her heima eina øðrvísi listarliga uppliving.
 
Framsýningin í Lítluvík er bert opin í tríggjar dagar, frá fríggjadag til sunnudag, og opið er allar dagarnar frá kl. 14.00 til 20.00.