Kensluborin U17 landsliðsvenjari takkaði fyri seg

(Frá Rás2) Hoyr seinastu samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Áka Johansen, sum saman við Pól F. Joensen skrivaði fótbóltssøgu

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Áka Johansen, sum saman við Pól F. Joensen hevur vant føroyska U17 landsliðið. Báðir hava nú riggað av, sum føroyskir U17 landsliðsvenjarar.

 

Áki Johansen og Pól F. Joensen fara at hava eina serstøðu í føroysku fótbóltssøguni saman við U17 landsliðshópinum. Teir gjørdust fyrsta føroyska fótbóltslandsliðið, sum spældi seg til eitt endaspæl. Ikki gekk heilt, sum ein hevði droymt um, men orðini hjá enska U17-landsliðsvenjaranum siga tað best: "Tit hava vunnið stórsigur við at verða her", segði Steve Cooper við Áka Johansen og Pól F. Joensen.

 

Samrøðan við Áka Johansen er ektað og kensluborin, men tað skal tað sanniliga verða pláss fyri aftaná eitt søguligt avrik. 

 

Miðlahúsið og Rás2 takkar føroysku U17 landsliðsspælarunum, og venjarum teirra, Áka Johansen og Pól F. Joensen fyri søguligu avrikið.