Kent íslendskt tónaskald funnið deytt í Berlin

Heiðurslønti íslendski komponisturin Jóhann Jóhannsson var um vikuskiftið funnin deyður í íbúð sínari í Berlin. Tað skrivar Reuters.

– Tað er við stórari sorg, at vit kunnu kunnu vátta, at okkara góði vinur Jóhann er deyður. Vit hava mist eitt av evnaríkastu fólkunum, vit hava fingið møguleikan at arbeiða saman við, sigur Redbird Music Management, sum umboðaði Jóhann Jóhansson, í einari fráboðan.

Jóhann Johansson var bert 48 ára gamal, nú hann doyði, og hann er best kendur fyri at gera tónleik til filmin The Theory of Everything, sum hann vann eina Golden Globe heiðursløn fyri í 2014. Í 2015 var hann tilnevndur eina Oscar heiðursløn fyri tónleikin til filmin Sicario.

Jóhann Jóhansson var nógv umbiðin í filmsvinnuni, og hansara eyðkennið var at blanda elektróniskan tónleik saman við klassiskum orkesturtónleiki.

Jóhann Jóhansson var úr Reykjavík, og hann átti eina dóttir.