Næsta leygardag, tað er leygardagin 17. mars, skipar felagsskapurin, Næstin, fyri stuðulstiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri.
Tiltakið er frá klokkan 11-26 og talan er um eiott sølutorg har mest sum bara vørur úr Kenya verða seldar.
Næstin er ein stuðulsbólkur hjá kvinnum úr suðuri og peningurin, sum kemur inn á sølutorginum,
fer til heimleys gøtubørn í Kenya, sigur Bjørg av Rana, sum er ein av fyriskiparunum.
Stuðulin verður latin umvegis NLAI sum er ein dansk-Kenyanskur felagsskapur, ið arbeiðir í Nakuru í Kenya.
Tað, sum verða selt á Seglloftinum eru vørur, sum ungar kvinnur á kreppumiðstøðini hjá NLAI í Keyna, og onnur ung og vaksin í felagsskapinum, hava virkað.
Talan er um smúkkur, taskur, dúkar og nógv ymiskt annað og tað er alt sera bíligt sigur Bjørg av Rana.
Men tað verður eisini eitt stórt tombola við páskareggum og har verður somuleiðis ein drekkamunnur at fáa.
- Tað ber eisini til hjá fólki at gerast stuðulsforeldur at einum, ella fleiri, børnum í Kenya og tey, sum vilja frætta meiri um tað kunnu hitta meg og aðrar kvinnur, sum hava verið í Kenya og arbeitt á heiminum hjá NLAI, sigur Bjørg av
Rana.
Myndin er av heiminum í Kenya.