Brian Kerr sigur við heimasíðuna hjá írska RTE, at føroyska fótbóltskappingin er langt frá tann sterkasta í Europa, men at áhugin fyri fótbólti er sera stórur í Føroyum.
- Av einum fólkatali upp á 47.000 á 18 oyggjum, vildi eg mett, at eini 10-12.000 fólk hyggja eftir fótbóltsdystum hvørt vikuskiftið, vil Brian Kerr verða við.
- Høvdu vit hava lutfalsliga líka nógvar áskoðarar í írsku fótbóltskappingini, høvdu vit hava brúk fyri 6 Wembley Stadium, sigur landsliðsvenjarin við RTE.
- So hóast støðið ikki er burturúr gott, so er áhugin fantastiskur, heldur hann.