Kertur í glugganum í Fuglafirði

Hóskvøldið verður ein øðrvísi sjónleikur spældur Mentanarhúsinum í Fuglafirði um ein tann kendasta guðfrøðingin í 20.øld, Bonhoeffer, sum varð tikin av døgum í týskari týningarlegu undir seinna heimsbardaga. Umframt at almenningurin fær høvi at síggja leikin, er ætlanin at spæla leikin fyri prestum og studentaskúlanæmingum

MENTAN

 

 
Í ár eru 100 ár liðin síðan ein av teimum størstu guðfrøðingunum í 20. øld, Dietrich Bonhoeffer, varð borin í heim. Í hesum sambandi verður ein heldur øðrvísi sjónleikur spældur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl 19 hóskvøldið. Talan er um tvímansleikin Kertur í glugganum. Í leikinum hittast tvær kvinnur, sum báðar stríðast við sorg, svik, skuld og stillstøðu í tíðini eftir seinna veraldarbardaga.
Í báðum førum vísir tað seg, at kunnleiki teirra um Bonhoeffer gerst ein týdningarmikil liður í leitan teirra eftir svari uppá á torgreiddar spurningar. Er Jesus týdningarmikil í dag? Hvat er mín persónliga ábyrd í heiminum? Hvussu kann deyðin tæna lívinum?
Kertur í glugganum er ein íspunnin søga um hesar báðar kvinnurnar, sum vóru nógv ávirkaðar av Bonhoeffer  onnur var týsk-jødiska tænastugentan hjá Bonhoeffer fyri kríggið og hin einkja eftir ein bretskan heryvirmann í sertænastuni, sum búði í fangakliva saman við Bonhoeffer í einari týskara týningarlegu. Ein tokstøð í London er staðið í leikinum, har tær hittast, hava teirra stríð og vónloysi og at enda vinarlag, meðan tær hugleiða um hvørja ábyrgdarfulla tænastu tær kunnu hava í eini verð, har tað ónda so týðiliga er til staðar.
 
Leikararnir
 
Tað eru tær báðar Kathleen Ann Thompson og Jennifer Henke, ið spæla leiklutirnar í leikinum. Kathleen Ann Thompson hevur arbeitt í 15 ár við framførslum og leikstjórn. Eisini hevur hon staðið fyri dansifrálæru og rørsluteatri í Eysturevropa. Harafturat hevur hon lært at dansa, mima og commedia delarte í Evropa og USA.
Jennifer Henke hevur arbeitt við sjónleiki bæði sum leiðari og leikari í kirkjuligum høpi í meiri enn 25 ár. Fyri einum ári síðani gavst hon at arbeiða og tók við eftirløn. Tá hevði hon arbeitt sum telduforritari í 26 ár á universitetssjúkrahúsinum í San Francisco, har hon hevur gjørt eina teldustýrda goymsluskipan til heilivág. Hetta seinasta árið hevur hon búð í Fuglafirði, haðani faðir hennara var ættaður. Hon hevur verið nógv saman við skyldfólki, og hevur eisini roynt at lært seg føroyskt.
 
Kirkjan og sjónleikurin
 
Tær báðar hava fingið hjálp frá Una Næs, presti í Fuglafirði, at seta leikin upp. Hósmorgunin hittast prestarnir í Føroyum á fundi, har teir fáa møguleika at síggja leikin, og hóskvøldið fær almenningurin møguleika at fara til henda heldur øðrvísi sjónleikin. Leikurin verður spældur á enskum, men stuttur inngangur verður á føroyskum. Talan er bert um ta einu sýningina, men um áhugi er fyri tí, er kanska møguleiki fyri fleiri sýningum, verður sagt. Eisini er ætlanin, at studentaskúlanæmingar av Kambsdali og úr Hoydølum fáa høvi at síggja leikin saman við religiónslærarum teirra.
Uni Næs, prestur, sigur í viðtali við Sosialin, at leikurin snýr seg um tankarnar hjá Bonhoeffer, sum sat í týskari týningarlegu undir krígnum. M.a. hugsaði hann nógv um orðini, at  allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði í sambandi við leiklut hansara í royndunum at beina fyri Hitler. Uni Næs heldur, at tilfarið í leikinum á ein hátt kann samanberast við tað, sum m.o. Desmond Tutu skrivaði í Suðurafrika undir apartheid. Tutu varð tó ikki tikin av døgum so nógv onnur undir apartheid, men tað varð Bonhoeffer. Hann varð myrdur av týsku myndugleikunum fáar dagar fyri krígslok.
Herfyri umrøddu fleiri av morgunlestrunum í Útvarpinum, sum føroyskir prestar plaga at skriva, verk hjá Bonhoeffer.
 
 
-- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- --
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dietrich Bonhoeffer 1906-1939
Dietrich Bonhoeffer<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ var týskur prestur og guðfrøðingur, ættaður úr <st1:State w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$<st1:place w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$Berlin</st1:place$?$end$!$</st1:State$?$end$!$. Av tí at hann metti, at ein, ið er kristin, eigur at kenna ábyrgd fyri tí, sum hendir kring um í heiminum, valdi hann at gerast limur í mótstøðurørsluni móti Hitler. <BR>Undir seinna veraldarbardaga var Bonhoeffer ein týdningarmikil leiðari hjá játtanarkirkjuni, sum setti seg upp ímóti Hitler. Hann var teirra millum, sum vildi hava, at kirkjan vendi sær í móti teirri viðferð, Hitler gav jødunum. Hóast játtanarkirkjan ikki var stór, umboðaði hon í stórum kristnu mótstøðuna móti nasistastýrinum í Týskalandi.
Í 1939 fór Bonhoeffer upp í ein loynifelagsskap av høgum heryvirmonnum innan fregnartænastuna, sum vildu sleppa sær av við nationalsosilistiska harðræðið við at drepa Hitler. Bonhoeffer varð tikin í apríl 1943 og sat í fongsli í tvey ár, áðrenn hann varð avrættaður, 9. apríl 1945 í Flossenberg týningarleguni, bert tríggjar vikur áðrenn býurin var fríaður. Eisini blivu beiggi og svágrar hansara hongdir fyri teirra part í ráðagerðini.
Lív og arbeiði hansara hava alsamt hildið fram við at ávirka guðfrøðina, kirkjuna og kristindómin.
 
-- -- -- -- --
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$MYNDATEKSTUR:
Dietrich Bonhoeffer  doyði ungur, men verður roknaður sum ein av størstu guðfrøðingum í 20. øld. Nú verður sjónleikur spældur um hann í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Nógv av verkum vórðu skirvað í týningarlegu.
 
-- -- -- -- --
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$SITAT:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Tú mást ongantíð ivast um, at eg ferðist takksamur og vónríkur eftir teirri gøtu, eg verði førdur. Eg havi bert fyri neyðini at vita, at eg eri í Guds hondum - tá toli eg alt.