Kerzhakov bjargaði málmanninum og Russlandi

HM: Igor Akinfeev gjørdi eitt risa mistak, men Aleksandr Kerzhakov syrgdi fyri 1-1-javnleiki ímóti Suðurkorea.

HM fótbóltur: Seinasti dysturin í fyrsta umfari, um ein kann kalla tað so, er júst liðugur, og hava tískil øll londini verið í dysti í kappingini. Dysturin, sum var ímillum Russland og Suðurkorea í bólki H, endaði við 1-1-javnleiki eftir 0-0 í hálvleikssteðginum.

 

Fyrri hálvleikur var merktur av fyrivarni hjá báðum liðunum, og tað sást púra greitt, at fóturin var á bremsuni. Einans eitt skot var á mál, nevniliga eitt langskot frá Russlandi, men annars var lítið at skriva heim um í fyrra hálvleiki, sum endaði málleysur.

 

Í seinna hálvleiki helt sama gongd fram, men dysturin gjørdist tó meiri opin eftir at Suðurkorea legði seg á odda 1-0 í 68. min. eftir eitt margháttiligt mál, har russiski málverjin, Igor Akinfeev, stórkiksaði og misti bóltin í málið eftir eitt lutfalsliga ófarligt langskot frá Keun-Ho Lee.

 

Eina løtu var líkt til, at Igor Akinfeev skuldi gerast syndarin hjá Russlandi, men innskifti Aleksandr Kerzhakov, sum einans hevði verið á vøllinum í tríggjar minuttir áðrenn hann skoraði, vildi tað øðrvísi og javnaði til 1-1 seks minuttir seinni eftir eitt sindur av aftur og fram í suðurkoreanska brotsteiginum.

 

Seinasta korterið var tað mest Russland, sum lá framvið, men tað komu ikki fleiri mál í hesum dystinum, sum harvið endaði við 1-1-javnleiki. Belgia er longu strokið avstað í bólki H, og verður tað tískil helst ein spurningur um, hvør av Russlandi og Suðurkorea megna at gera tað frægast ímóti Belgia og Algeria í teimum írestandi tveimum dystunum, og á tann hátt tryggja sær pláss í 1/8-finaluni.

 

Russland – Suðurkorea 1-1 (0-0)

0-1: Keun-Ho Lee, 68.

1-1: Aleksandr Kerzhakov, 74.

 

Russland (4-3-3): Akinfeev – Eshcenko, Ignashevich, Berezutskiy, Kombarov – Glushakov (72. Denisov) Zhirkov (71. Kerzhakov) Fayzulin – Samedo, Kokorin, Shatov (59. Dzagoev)

Suðurkorea (4-4-2): Jung – Lee, Kim, Hong (73. Hwang) Yun – Ki, Lee, Han, Koo – Son (84. Kim) Park (56. Lee)

 

Dómari: Nestor Pitana (Argentina)