Kessler hitti Gøtu Trónd

Trífaldi heimsmeistarin í boksing, sum farna vikuskiftið vitjaði í Føroyum , heilsaði eisini upp á Gøtu Trónd

Danski boksarin Mikkel Kessler brúkar navnið The Viking Warrior um seg sjálvan, tá ið hann boksar, og tí var tað hóskandi, at Kessler farna vikuskiftið var og hugdi eftir standmyndini av Gøtu Tróndi, sum stendur í Norðagøtu.

Kessler var í Føroyum, tí hann skuldi verða við í sending hjá Rás2. Kessler skal 14. apríl boksast um eitt heimsmeistarabelti, og hann hevur tríggjar ferðir áður havt slík belti. Kessler hevur eisini drigist við álvarsaman skaða í eyganum og noyddist at halda steðg eitt skifti, men nú hevur hann gjørt comeback. Hann vann ein boksidyst í fjør, og nú hevur hann aftur møguleikan at vinna eitt belti.


Føroyskur matur

Leygardagin hugdi Kessler seg eitt sindur um í Føroyum. Hetta var hansara fyrsta vitjan í Føroyum, og hann ynskti at síggja eitt sindur av føroysku náttúruni, sum hann hevði hoyrt um. Hann var eisini á gátt hjá fólki Gøtu, og har slapp hann at royna føroyskan mat. Og sumt av tí dámdi honum væl. Hann royndi millum annað turra grind, spik og turran fisk, og tá hann fór úr Føroyum aftur hevði hann turran fisk – og eitt sindur av turrari grind - við sær í viðførinum.

Í Gøtu kundu Kessler eisini leggja leiðina fram við hjá Gøtu Tróndi. Standmyndin í Norðagøtu eru hugtakandi, og Árant Hansen greiddi væl frá um Gøtu Trónd.



Mynd: eydbii | myndir