Fyri eini tíð síðani fekk Føroya Landfúti klagu um, at ein útlendsk fyritøka var farin at selja vørur sínar á ein hátt, sum minti um pyramiduspælið.
Eftir at hava hugt eftir søluháttinum, hevur fútin svarað, at fyritøkan, sum í hesum føri er Nature´s Own, einki skeivt ger, tí talan er um ein fult lógligan handilshátt, sum eitur »multilevelmarketing«, ella netverkssøla.
Finn Ougaard, varafúti sigur við Sosialin, at hesin háttur er vælkendur eitt nú í Danmark, og at hann hevur púrt einki við pyramiduspælið at gera.
? Í Danmark er lógaruppskot lagt fram um at forbjóða pyramiduspælinum, men í viðmerkingunum til ta uppskotið verður sagt, at júst netverkssøla er undantikin forboðnum, tí hetta er ein handilsháttur, har tú fært nakað fyri tað tú letur inn í peningi, sigur Ougaard.
Hann sigur eisini, at teir trúðu, at framferðarhátturin var brot á lógina um almenna innsavnan, men so er heldur ikki sigur hann nú.
Kenna seg kroystam
Kortini eru nógv, sum ávara ímóti søluháttinum. Fólk, sum Sosialurin hevur tosað við siga, at tey kendu seg kroystan at fara upp í, tí hjá tí, sum fyrst kemur inn í skipanina ræður um, at fáa fólk afturat sær fyri at fáa pening burturúr.
? Tann, sum fer uppí, bindur seg til at keypa fyri ávísa upphædd, sum ikki er so lítil, og koma ongar inntøkur, so er peningurin mistur, sigur ein kvinna, sum vit hava tosað við og hon leggur afturat, at tað eru tey, sum standa ovast, sum fáa vinningin, meðan tey, sum eru niðast, standa eftir við ongum.
Skipanin við netverkssølu, er nógv brúkt úti í heimi, men er rættuliga ókend her um okkara leiðir.
Kortini tykist hon nú hava gjørt innrás í Føroyum, tí eftir bert góðum hálvum øðrum mánað eru 85 føroyingar farnir upp í ketuna
Hvør orsøkin er, skulu vit ikki gera av, men vit fara kortini at gita, at vinningurin, sum hvør einstakur fær lovaðan er ein teirra.
Skaðar smáhandlarnar
Er søluhátturin ókendur í Føroyum, so er hann vælkendur t. d. í Noregi.
Í einum av norsku bløðunum stóð fyri kortum at lesa, at Nature´s Own í fjør seldi fyri umleið 70 mió. krónur í Noregi, og at umleið 15.000 fólk vóru í norska netinum.
Tá so nógv fólk fara upp í eitt net fyri at keypa, so er eisini ein vandi fyri, at tað fer at ganga út yvir smáhandlarnar úti á bygdunum. Hetta er eisini nakað, sum er komið okkum fyri oyra.
Handilsfólk, sum vit hava tosað við, siga, at tað er avmarkað hvussu nógv fólk brúka av sápu, kosttilskoti og luktilsi um mánaðin. Tí fer tað at síggjast aftur, attey keypa fyri fleiri hundrað krónur um mánaðin uttanlands.
Men fyri tað er skipanin, og handilshátturin, lógligur, verður sagt av fútaskrivstovuni.
Men kortini er tað onkur, sum kemur at standa, sum taparin, tí ytstu liðini í ketuni, sum ikki fáa nakran afturatsær vera tey, sum missa, og tey eru ikki so fá.