Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at keypa 180 metrar av møl, ella tilsamans 2000 fermetrar, inni á Sundi. Stykkið skal brúkast til illa umstrídda ídnaðarøki, sum verður gjørt har inni við gróti úr Eysturoyartunlinum.
Økið, sum verður fylt út á Sundi við gróti úr Eysturoyartunnlinum, gongur einar 400 metrar eystur úr verandi havnarøki á Sundi.
Teir fyrstu 250 metrarnar framvið landi eru ogn hjá Tórshavnar kommunu, men teir eystastu 180 metrarnir hoyra til Sundshaga, uttari partur.
Tórshavnar Býráð hevur spurt seg fyri hjá Búnaðarstovuni, og hevur fingið at vita, at tað ber til at keypa 180 metrar av fjøruni, ella 2.000 fermetrar, fyri 229.600 krónur til endamálið.
Og tað hevur býráðið nú samtykt, og samstundis varð samtykt at keypið verður fíggjað av játtanini, sum er sett av til at taka ímóti grótinum fyri.
Tað var meirilutin í býráðnum, sum tók undir við hesum, umframt Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin. Hinvegin atkvøddu øll fimm umboðini fyri Javnaðarflokkin, blankt.