Keypa hús sum ongantíð fyr

Ongantíð áður hevur talið av sethúsahandlum verið somikið høgt. Samstundis er tendensurin, at prísirnir støðugt kvinka uppeftir – serliga í høvuðsstaðnum

 

Eik hevur á heimasíðu sínari yvirlit yvir sethúsaprísir í Føroyum seinastu 20 árini. Prísir á sethúsum valdast sjálvandi um fleiri ymisk viðurskifti, men í greiningum sínari hevur Eik lagt dent á at sálda prísirnar. Hesir fevna soleiðis fyrst og fremst fevna um tað, sum av bankanum verður roknað sum vanligir bústaðir.

 

Eitt nú verða hús á serliga smáum ella serliga stórum grundøkjum ikki roknað við. Keyp millum familjulimir verður ikki roknað við, eins og handlar til serliga høgar upphæddir ella ognir, ið eru seldar á uppboðssølu ikki eru roknaðar við.

 

Tað er serliga í høvuðsstaðarøkinum, at sethúsaprísurin er høgur. Prísurin fór av álvara at økja í gylta búskaparupplopinum, sum var í 2005 til 2007. Í 2008 og 2009 fall prísurin nógv, men síðani hevur hann stórt sæð hildið sær, og enntá er hann kvinkaður nakað uppeftir. Ein trendur, usum ikki minst er galdnadi fyri høvuðsstaðarøkið, har meðalprísurin fyri eini sethús var 2.128 tkr. í øðrum ársfjórðingini í 2015.

 

Roknað í meðaltølum fyri árið, er prísurin nú tann hægsti síðani 2008.

 

Grafurin her á síðuni sýnir ikki talið av handlum, men hetta sæst á øðrum yvirlit hjá Eik. Her framgongur, at talið av sethúsahandlum er økt nógv seinasta hálvaannað árið. Ikki minst í miðstaðarøkinum. Fyrra hálvár í ár eru 70 handlar skrásettir í høvuðsstaðarøkinum. Til sammetingar var samlaða talið av handlum 112 í fjør og 107 í fyrraárið. Hetta talið er nógv hægri enn tað, sum hevur verið vanligt. Verður gongdin tann sama seinna hálvár, verður samlaða talið av handlum 140. Hægsta talið fyri handlar í høvuðsstaðarøkinum seinastu 20 árini er annars 112, sum var totalurin í bæði 2014 og í 2007.

 

Seinastu ferðirnar, at Eik hevur gjørt yvirlitið, hevur ein ábending verið um, at prísmunurin millum Havnina og útjaðaran minkar, men hetta tykist nú vera broytt.

 

Sjálvandi er trupult at gera nakra staðfesting út frá einum einstøkum ársfjórðingini, men prísgongdin í høvuðsstaðarøkinum tykist nú hækka skjótari, enn hon ger í smærri býunum og úti á bygd. Annan ársfjórðingin í ár er meðalprísurin fyri sethús í størri bygdum og smærri býum 180 tkr. lægri, enn hann var tað í fyrsta ársfjórðingi.

 

Um hetta er nøkur varandi gongd, er tó ilt at siga. Hóast tølini eru sáldað nakað, so vísa tey framvegis ikki eina mynd av eitt nú meðal fermetraprísi, hvørjum standi ognirnar eru í, um grundøkið liggur serliga væl fyri ella annað, sum eisini kann ávirka prísin.

 

Seinasta góða árið er talið av handlum uttan fyri høvuðsstaðin eisini økt í stórum. Í fjør setti talið met við 205 handlum uttan fyri høvuðsstaðin, men hóast hetta met neyvan verður tikið í ár, so er samlaða talið av handslum munandi størri, enn tað hevur verið í árunum frá 2013 og aftureftir.