Nú skandinaviska flogfelagið SAS enn eina ferð hevur kunngjørt eitt vánaligt roknskaparúrslit, hevur tað ljóðað, at onkur útlendsk feløg hava áhuga í at keypa SAS. Millum tey nevndu feløgini er tað týska Lufthansa, men ein talsmaður fyri felagið sigur, at Lufthansa ætlar sær ikki at keypa SAS.
Aage Dünhaupt, sum er samskiftisstjóri hjá Lufthansa, sigur við Berlingske Business, at felagið hevur úr at gera við at samansjóða móðurferlagið og dótturfeløgini Austrian Airlines, Brussels Airlines og BMI.
Men felagið hevur ongar ætlanir um at fáa SAS sum dótturfelag, sigur hann.