Keypa onnur sløg í Rúsuni til ólavsøkuna enn vanligt

Hesa ólavsøkuna fara føroyingar at drekka øðrvísi enn vanligt, sigur handilsleiðarin hjá Rúsuni í Havn

Fòlk eru farin at keypa nógv meiri av luksusvørum, sigur Theis Herdalur, handilsleiðari í Rúsuni í Havn

Fòlk eru farin at keypa nógv meiri av luksusvørum, sigur Theis Herdalur, handilsleiðari í Rúsuni í Havn

Ólavsøkan er tann tíðin í árinum, har Rúsan selur allarmest av rúsdrekka, víni og øli. Soleiðis er eisini í ár, men Theis Herdalur, handilsleiðari í Rúsuni í Havn, sigur, at hesa ólavsøkuna fara føroyingar at drekka eitt sindur øðrvísi enn vit eru von við á ólavsøku, sigur hann.

 

 – Til ólavsøku í ár eru føroyingar farnir at keypa meiri av luksusvørum enn vit eru von við á ólavsøku, sigur hann. Tað merkir, at upp undir ólavsøkuna í ár sølan av víni nógv størri enn hon plagar at vera á ólavsøku. Og handilsleiðarin sigur, at tað er luksusvín, sum fólk keypa.

 

Hann sigur, at tað merkir samstundis, at sølan av sterkum rúsdrekka er minni hesa ólavsøkuna enn vanligt, men sølan av øli og cider er sum vanligt.

 

Tosa vit um rúsdrekka, hevur tað reyða akvavitti úr Ålborg altíð sitið trygt á trónuni, men nú hevur tað føroyska akvavittið trokað tað danska av. Fólk keypa meiri føroyskt akvavitt enn útlendskt, sigur handilsleiðarin í Rúsuni í Havn.

 

– Keypimynstrið hesa ólavsøkuna kundi bent á, at fólk ætla at gera meiri burtur úr at hugna sær heima við góðum mati og góðum víni, sigur Theis Herdalur. Hann sigur, at sølan av øli stuðlar eisini upp undir at so er, tí tað ølið, fólk keypa, er serøl av ymsum slagi í størri mun enn áður.

 

– Fólk eru ikki bangin fyri at royna nakað nýtt sigur handilsleiðarin. Hann sigur, at yvirhøvur eru fólk farin at gera nógv burturúr at royna nýggjar vørur. Hann heldur, at hetta kanska er eitt úrslit av, at fólk ikki hava ferðast so nógv í fjør og í ár, sum vanligt og tí eru farin at gera meiri burtur úr at royna tað heima, sum tey annars royna í útlondum.

 

Hann sigur eisini, at tað er týðiligt, at tá ið úrvalið av vørum í handlunum annars, batnar, sæst tað aftur í rúsuni. Tá ið ymisk sløg av tonic vórðu at fáa í handlunum kring landið, fór sølan av góðum sløgum av ginni eisini eisini at veksa, og tá ið krásadeildin í Miklagarði fekk størri úrval av kjøti, løgdu tey í Rúsuni merki til, at sølan av góðum víni eisini fór at veksa.

 

– Hetta er nakað, sum gongur nokk so væl hond í hond, sigur Theis Herdalur.

 

Fòlk eru farin at keypa nógv meiri av luksusvørum, sigur Theis Herdalur, handilsleiðari í Rúsuni í Havn