Tað er rættiliga friðarligt her í handlinum hjá PW hesa løtuna.
Klokkan er farin at nærkast 11:15 og bert ein kundi er í handlinum: Ein kona er farin at keypa saman við trimum av børnunum úr dagstovninum, har hon arbeiðir.
Tey keypa stórt inn hesa løtuna, men annars er bert ein annar maður stendur úti við inngongdina og prátar. Hann er farin til handils og hittir her av tilvild lítla son sín.
Tvey av børnunum í hesum flokkinum siga ikki so nógv, men tann eini drongurin tykist móður í morgun. Hann orkar ikki hugsanina um at skula ganga allan vegin heim aftur í barnagarðin. Hann vil hava hjálp frá pápanum:
- Nei, góði. Babba er til arbeðis. Eg kann ikki koyra teg til barnagarðin. Tú mást fylgjast saman við hinum, sigur hann.
Har gerst ikki annað hjá soninum. Hann má fylgjast við hinum báðum børnunum. Hetta er ein partur av lívsins skúla!
Alt broytt
Hvat hesin lítli drongurin veit um fólkaatkvøðuna leygardagin, kunnu vit bert gita um. Men her fekk hann í øllum førum ein lærdóm, hóast hesin helst í fyrstu syftu ikki mundi tykjast so góður og lættur:
Skalt tú røkka nøkrum her í lívinum, mást tú samstarva við onnur og fylgjast saman við teimum. Hóast tit kunnu vera so ymiskt fyri á mongum økjum, er neyðugt at verða saman við øðrum fyri at fáa nakað burtur úr og fyri at koma á mál.
Hann hevur kanska sungið sangin í barnagarðinum Tess meir vit eru saman. Tess størri gleðin er! Einfaldu orðini hava uttan iva sagt børnunum okkurt. Men hetta saman hava helst tey allarflestu fólkini omanfyri 18 ár í Gøtu kommunu skilt, nú tey skulu taka støðu til samanlegging við Leirvík leygardagin.
Hesin lítli hevur nógv eftir at læra í lívinum. Hann verður eisini noyddur at venja seg við tankan um, at tá hann var barn vaks hann upp í Gøtu kommunu.
Men ein leygardag í september mánaði 2006 broyttist alt so brádliga, tá fólk fóru til fólkaatkvøðu.
Tess meir vit eru saman við leirvíkingum, tess meiri fæst burturúr!
Sleppa ikki at bestemma
Hóast bilurin hjá Sosialinum stendur í túninum heldur tað als ikki fólki aftur við at fara til handils. Heldur hinvegin, kanska.
Brádliga gongur hurðin fleiri ferðir og meiri tilkomið fólk koma til handils. Tey skulu helst líka keypa okkurt beint upp undir døgurðan.
Ungi maðurin er óføra prátingarsamur, og tað er skjótt at samtalan í handlinum kemur inn á samanleggingina.
- Nú, hvat heldur tú um samanleggingina?, spyr hann eina eldri kvinnu sum stendur við einum mjólkapakka í hondini.
Hon hevur ikki so góðan hug at gera viðmerkingar, tá umboð fyri tíðindatænastuna eru til staðar. Eina løtu seinni kemur tað sáttliga frá henni, men kortini avgjørt:
- Eg haldi at tað er betri at leggja saman við Leirvík enn við Fuglafjørð. Koma teir uppí, so vilja teir sleppa at bestemma. Og tað haldi eg ikki, at teir skulu sleppa.
- Nei, vit hóska best saman við leirvíkingum, sigur hon.
Kraddutir
Ungi maðurin er klárur við eini viðmerking beinanvegin: - Nú, nú, snakka nú ikki so hart. Gloym ikki at henda eina handilskvinnan er júst úr Fuglafirði!
Henda letur ikki hørðu orðini við seg koma. Hon man hava hoyrt tey so ofta áður hesa seinastu tíðina.
Men hini í handlinum tykjast ikki so ósamd við hvøssu orðingini mótvegis fuglfirðingum:
Ein onnur kona í handlinum tekur undir við hesum, og leggur so aftrat: - Fuglfirðingar! Noy, teir vilja vit einki hava við at gera. Teir eru so kraddutir!
- Eg haldi at vit fyrst skulu leggja saman við Leirvík. Og síðani eiga vit at tosa við Klaksvík!
Búmerkið klárt
Fleiri fólk standa nú í kø við kassan, nú tað stóra innkeypið hjá barnagarðinum skal avgreiðast.
- Nú, keypa tit ongar rosinur í morgun?!, spyr ungi maðurin. Eitt skot til leirvíkingar, sum sigast at dáma so væl rosinur.
Kvinnan við børnunum svarar ikki, men tað ger ungi maðurin sjálvur:
- Eg havi hoyrt at búmerkið fyri ta nýggju kommununa langt síðani er gjørt. Hava tit hoyrt tað?
Nei, tað er ikki líkt til at hini hava hoyrt nakað orð grett um tað.
- Jú, teir siga fyri mær at tað skal vera ein skuri sum pikkar hol í ein rosinupakka!
Øll hini bresta út úr at flenna. Tað er ikki sørt at hesir gøtu-skurarnir duga at síggja tað ironiska í júst einum slíkum úttalilsi.
- Og so siga tey fyri mær, at fótbóltsfeløgini bæði skulu leggja saman í eitt. Nýggja navnið skal vera LÍG - og tað skal úttalast sum lík. Ella hví ikki bara kalla tað fyri GLÍ?! He-he!
Hann dugir at siga tað, og hini tykjast at vera óføra hugtikin av tí, sum hesin ungi maðurin ber fram.
- Men spyrt tú meg, so eri eg sjálvandi fyri samanlegging. Vit gerast ein stór kommunal eind og eg haldi, at báðar kommunurnar harmonera væl saman.
- Tí fari eg at atkvøða ja leygardagin, sigur hann avgjørdur.
Samanhald
Eini eldri hjún eru nú komin fram til kassan. Tey hava bæði við áhuga hoyrt prátið í handlinum hesa løtuna.
Hvat munnu tey halda um ætlaðu samanleggingina?
Konan leggur vørurnar á diskin, meðan maðurin koyrir tær í ein posa sohvørt sum kassadaman hevur tikið fyri tær.
- Man veit hvat man hevur, men ikki hvat man fær, er stutta svarið frá manninum.
Hann heldur á at fylla í Samkeyps-posarnar. At enda er alt komið í. Konan rindar fyri og tey fara út gjøgnum dyrnar.
Í tí hann fer út gjøgnum dyrnar letur hann kortini ongan iva vera um, hvat hann fer at atkvøða.
- Eg veit bara eitt: Samanhald, tað gevur styrki!