Keypið partabrøv í Føroya Banka

Fleiri og fleiri serfrøðingar mæla føroyingum til, at ogna sær partabrøv í Føroya Banka. Við fráboðaða kursinum metir Jan Otto Holm, íløgustjóri í Kaupthing Bank, at ein íløga í Føroya Banka kann gerast lønandi

Spurnartekin hevur verið sett við, um kursurin fyri partabrøvini í Føroya Banka er ov lágur í mun til virðið og vinningsmøguleikarnar hjá bankanum. Svenski Handelsbanken, sum hevur verið ráðgevi hjá Fíggingargrunninum frá 1992 hevur ásett kursin til millum 162 og 189, og hetta er gjørt út frá einari meting av marknaðaráhuganum, og kursinum á líknandi fyritøkum.

Áhugin millum íleggjarar tykist ógvuliga stórur fyri partabrøvunum í Føroya Banka, og sambært óheftum serfrøðingum verður rátt fólki til, at ogna sær lut í bankanum, tí nógv bendir í løtuni á, at hetta er ein góður handil.

Danski serfrøðingurin Bjarne Jensen mælti í útvarpinum fyrr í vikuni fólki til, at keypa partabrøv í føroyska bankanum, og nú ger Kaupthing Bank tað sama.

- Út frá teirri meting, at bankin megnar ta renting av eginognini, sum hann hevur sett sær fyri, liggur kursurin neyvt á ovara setta virðinum, tað vil siga á 190, sigur Jan Otto Holm, íløgustjóri hjá Kaupthing Bank. Júst rentingin av eginognini er altavgerandi fyri kursgongdina tá Føroya Banki er skrásettur.

Úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing í ár vísir eitt væl betri úrslit enn fyri sama tíðarskeið í fjør. Og tað er á sín hátt áhugavert, tí gerst rentingin av eginognini tann sama í 2007 sum í 2006 hevði tað bent á ein kurs omanfyri 200, heilt nágreiniligt 223.

- Hetta úrslitið skal tó takast við einum ávísum fyrivarni, tí ein munandi partur av góða 2006 úrslitinum stavar frá afturføringum av burturleggingum. Tað merkir, at úrslitið í ár í størri mun skal fáast til vega við vanligum virksemi, sigur Jan Otto Holm.

 

Sunnur marknaður

Alt bendir á ein sera stóran áhuga fyri partabrøvunum í Føroya Banka, og tí bendir eisini nógv á, at talan verður um eina yvirtekning. Hetta fer so aftur at merkja, at kursurin fer at liggja í ovara enda av tí fráboðaða, tað vil siga helst uppi á 189.

Men verður talan um yvirtekning merkir tað eisini, at tað helst verða fleiri áhugað, sum ikki fá nøkur partabrøv, og tí er hugsandi, at hesi fara á marknaðin at keypa, eftir at tekningin er av. Og tað fer alt annað líka at trýsta kursin upp soleiðis, at tey, sum fáa fatur á nøkrum partabrøvum til kurs 189, fáar dagar seinni kunnu selja aftur til ein munandi hægri kurs. Tey kunnu altso gera ein skjótan og góðan handil.

Nú eru nakrir danskir íleggjarabankar, sum ávara móti partabrøvum, og summir mæla beinleiðis til at partabrævaeigarar sleppa sær av við síni donsku partabrøv. Men Jan Otto Holm metir, at enn er ov tíðliga at geva hesi boð.

- Tað fer neyvan at ávirka søluna av partabrøvum í Føroya Banka. Møguliga kann hugsast, at hetta fer at føra til eitt ávíst varni millum danskar íleggjarar at keypa partabrøv, men marknaðurin er í løtuni sunnur, og tær hækkingar, vit síggja í kursunum, eru í stóran mun tengdar at øktum vinningi hjá respektivu fyritøkunum, sigur íløgustjórin hjá Kaupthing Bank.

Partabrævakursir hava verið í einari støðugari hækkan seinastu longu tíðina. Eitt »dykk« var í kursunum síðst í februar, men hetta hevur marknaðurin rættað upp aftur, og tey sveiggj, sum síggjast í kursunum, er fyri tað mesta tað, sum á fakmálinum verður nevnt fyri korrektiónir.

Kursurin á partabrøvunum í Føroya Banka er sum nevnt settur til millum 162 og 189. Tað merkir, at hann ikki í samband við tekningina kann fara upp um 189. Og hetta merkir so aftur, at alt bendir á, at keyp av partabrøvum í Føroya Banka er ein góð íløga.