Tað er ikki bara tunnilkoyringin, sum verður ókeypis leygardagin Tá løgtingsjáttan til Strandferðsluna varð fyri í summar, varð avgerð samstundis tikin um, at tað skuldi verða ókeypis at sigla og koyra við Strandferðsluni og Bygdaleiðum tveir dagar um árið.
Nú bæði Norðoya- og Vágatunnilin hava ókeypis ferðslu leygardagin, hevur Strandferðslan gjørt av, at ein av ókeypis døgunum verður í morgin.