Á heimasíðuni eru ymiskar yrkisbøkur at finna, sum venda sær til vanliga borgaran. Bøkurnar hava heiti sum »Bilkøb for alle«, »Guide til pensionsopsparing« og »Mad til mange«.
Bøkurnar eru ókeypis fyri brúkaran, hetta kann lata seg gera, tí lýsingar inni á heimasíðuni og í bókunum fíggja forlagið.
Hugskotið til hetta forlagið kom frá prentandi forløgum, sum eru farin at leggja bøkur út á netið sum ljóðbøkur og PDF fílur. Og frá teimum ókeypis tíðindabløðunum, ið eru vorðin sera væl umtókt í Danmark.
- Vit halda, at ókeypis bøkur á internetinum eru framtíðin, sigur Andreas Rasmussen, verkætlanarleiðari.
Ókeypis bøkur eru fyrr gjørdar til smáar málbólkar, men Onlibri er fyrsta forlag í heiminum, sum útgevur ókeypis bøkur, ið venda sær til almenningin.
- Orsøkin til, at vit hava valt yrkisbøkur, er, at tær egna seg sera væl í PDF formati, tí møguleiki er at søkja eftir einum ávísum orði í fíluni.
Allar bøkurnar hjá Onlibri eru skrivaðar til forlagið, og høvundarnir fáa løn, á sama hátt, sum um bókin var útgivin á einum prentandi forlagi.
Forlagið ynskir at hava eitt gott samskifti við lesararnar, sum hava møguleika at fara inn á heimasíðuna, og skriva teldupost til forlagið, við uppskotum um evni til nýggjar bøkur.
- Vit leita eftir skikkaðum rithøvundum, at skriva bøkur til okkara. Vit royna at finna rithøvundar úr øllum landinum, og vit kundu eisini hugsað okkum at fingið nakrar úr Føroyum, sigur Andreas Rasmussen.
Á síðuni kunnu øll taka bøkurnar niður, uttan at skráseta seg sum brúkara frammanundan. Beint áðrenn bókin verður tikin niður, verður spurt eftir postnummari, her virkar eisini at skriva føroysk postnummur.
Danskararnir tóku væl ímóti hesum nýggja forlagnum, tað fyrsta døgnið vórðu 21.731 bøkur tiknar niður.